Ránsmannatankar um Kenosis.
Skal mann rætta eina rætting aftur til ein feil, bara tí, at Victor Danielsen gjørdi hann upprunaliga?
Ránsmaðurin á Kenosis'inum - stríðandi hitt góða stríðið um orð
Rán ella býti - ella kanska fongur?
Í Filippibrævinum kap 2 vers 6 verður sagt, at Harrin Jesus roknaði tað ikki sum HARPAGMON at vera Gudi líkur
Victor Danielsen umsetur tað í 1937 sum BÝTI og letur tað standa sum BÝTI í 1949 útgávuni
Hví, ið hann hevur gjørt tað, og hvar ið hann hevur fingið orðið BÝTI frá, havi eg ikki funnið út av enn, men Norska bíblian frá 1930, ið er tann, ið VD bíblian líkist mest, hon hevur RÁN (rov).
Íslendska Gudbrandsbíblian 1584 hevur RÁN - onkur nýggjari íslends bíblia, sum VD ikki upplivdi hevur nú FONG (feng)
Dahls bíblian (autoriseraða kirkjubíblian í Føroyum) hevur RÁN
Føroyska KJV hevur eisini RÁN
Møguliga finnist onkur donsk ella norsk ella svensk bíblia við BYTTE, men tær sum eg havi hugt í, meðan eg skrivaði hetta, tær hava RÁN (rov/røveri) m.a. hevur Bíblia Christians Konungs 3. frá 1550 RÁN (roff) og verandi autoriseraða danska bíblian hevur eisini RÁN (rov)
Tað var tískil ikki so løgi, at teir, sum revideraðu VD-bíbliuna í 1974 (1975 útgávan), teir broyttu BÝTI til RÁN.
Men sum altíð, táið onkur broytir tekst - uttan mun til hvør og hvussu - so eru røddir, ið tala ímóti og vilja hava tað gamla aftur (stundum kunnu tey argumentera fyri tí og stundum ikki).
Av onkrari grund, sum tað ikki hevur eydnast mær at uppspurt enn, so hevur onkur (eg veit ikki hvør og hví) broytt RÁN aftur til BÝTI í seinastu prenting av VD-bíbliuni (2017) - einasta beinleiðis argument, ið eg havi hoyrt enn er, at onkrum ikki dámdi orðið RÁN og at VD hevði BÝTI upprunaliga.
Um hetta skal takast í álvara, so ber ikki til at broyta nakað í tekstinum, og átti VD 1949 at verið uppafturprentað óbroytt - og so átti í minsta lagið ikki at verið gjørdar fleiri broytingar í tekstinum í 2017, sum fluttu tekstin burtur frá 1949 útgávuni - eg haldi annars, at tað mesta, sum bleiv broytt í 2017, var betri ógjørt, tí tað var ikki nakar yvirskipaður systematikkur í tí so vítt, sum eg dugi at síggja.
Orðabókanýtsla av býti á føroyskum
Orðið BÝTI á føroyskum hevur nakrar týdningar, men tann, sum Victor hugsar um, er tann minst brúkti - Sprotin tekur hann so dánt við í deskriptivu DA/FØ hjá Hjalmar P. Petersen (1995), ið ikki var til, táið VD umsetti (og annars hevur orð fyri at vera ríkiliga rúmsátt v.v. danismum) - Hjalmar minnist ikki at siga mær heldur, hvaðani hann hevur orðið - eg spurdi hann, táið eg møtti honum nú um dagarnar.
DA/FØ hjá Jóannes av Skarði hevur ikki týdningin av BÝTI, sum VD brúkar!
Móðurmálsorðabókin t.v.s. FØ/FØ (ið byggir víðari á Christian Matras og JHWP) hevur heldur ikki týdningin av BÝTI, sum VD brúkar!
Men týdningurin finnist tó - Hjalmar hevur hann hóast alt í síni donsku orðabók - so VD er ikki einsamallur um at skriva orðið í tí týdninginum.
Niðurstøðan má so vera, at umsetingin av HARPAGMON er ikki beinleiðis skeiv, men í besta lagi óheppin og tvískilt.
Men fyri at taka samanum...
VD brúkti orðið BÝTI í 1937 og aftur 1949, so søguliga hevur tað hevd, og orðið í Filippibrævinum (umsett við rán ella býti) verður brúkt um krígsfong (hvussu fyriheldur Jesus seg til hetta sum ein fong), so orðið BÝTI kann brúkast við einum góðum vilja - Victor brúkti tað hóast alt....men....
Tað eru tríggjar grundir til, at eg sigi orðið BÝTI ikki vera eina skilagóða umseting - orðið er í hesum samanhanginum óneyvt og hevur fleiri týdningar - harav tann, sum Victor hugsar um, er ikki tann, ið kemur fyrst í hug, táið eg lesi hetta
- Navnorðið "bytte" (da) verður vanliga ikki umsett við býti á føroyskum - har hevði fongur verið betri, um mann ikki dámar rán
- Jesus býtti ikki sín fong við nakran, og hevði tískil ikki eitt býti (eins og t.d. grindabýti), men ein óbýttan fong og síðst, men ikki minst...
- Faktisk roknaði Jesus handa fongin fyri eitt býti - hann býtti fongin um við tænaralíkskapin
Sooo....
Jesus roknaði tað fyri eitt býti at vera Gudi líkur - og hann býtti tað um við í tænaraskapilsi at verða monnum líkur!
sí annars: https://on.fo/news/45/avlegdi-gudsonurin-sin-guddomleika
NB: Hetta er ikki ein kritikkur av bíbliuumseting VD yvirskipað - mær dámar hana rættiliga væl, haldi hana vera framúr grundiga og væleydnaða - men einki mannaverk er fullkomið, hvørki hjá VD ella mær ella øðrum - tað er tí, at mann hevur rættlestur og endurskoðanir v.m.
Sum tann hegnismaður, ið Victor Danielsen var, so eri eg vísur í, at hann hevði tikið hetta skrivið sum konstruktivan kritikk og ikki sum nakra útspilling - eg havi størstu virðing fyri øllum tí skrivliga arbeiði, ið Victor gjørdi!
Óli Nicodemussen