S.
Skjótt hin seinasta kúgvin skal ljóða
Stíg upp, mín sál, á Múlans hæddir...
Ein lítil viðmerking og lutvís rætting til sending um Landbúnað í KVF summarið 2023 (skrivað sum grein á VP)
(https://kvf.fo/sending/vit-kunnu-so-nogv-meira?sid=163386 -
NB: Leinkið riggar ikki longur)
Tað er rætt, at Eynar Martin Kjærbo ikki slapp at býta Heimastahagan sundur soleiðis, at hann fekk slættan heimanfyri Múlafjall fyri seg sjálvan.
Men tað er ein hálvur sannleiki.
Vit eru tríggir eigarar í haganum (Heimara Parti (!) umframt ein afturat í Niðara Parti), Eynar Martin Kjærbo, Virgar Tindskarð og undirritaði.
Eg vildi vera við í projektinum og Virgar var positivur og vildi enntá umhugsa at hjálpa við fígging, um tað bleiv til nakað
Eg gjørdi púra greitt, at ætlanin um at velta Múlaslættan og gera eitt stórt fjós var ein gamal dreymur hjá mær, sum eg væl kundi deila við Eynar Martin, men "Tað verður einki mjólkineytaprojekt á Múlaslættanum í mínari tíð, uttan eg eri partur av projektinum.", so annaðhvørt framdu Óli og Eynar Martin hetta saman t.v.s. eitt stórt felagsfjós, velting av slættanum, keyp av mjólkakvotum o.s.fr., ella bleiv einki gjørt.
Eynar Martin Kjærbo vildi ikki gera nakað saman við mær, og tað var so hansara val - og friður við tí - men hann hevði so valið og møguleikan frá uml 2006 og inntil hann fór í holt við felagsfjósið á Sandi, sum so heldur ikki bleiv til nakað - men tað er so eisini eitt annað mál, sum ikki viðurkemur mær.
Slík eru kor lívsins: Sumt ræður maður sjálvur yvir, og sumt gerst ikki uttan í semju við onnur.
Men tað var nú hugstoytt kortini, at mjólkineytini í Skálavík verða avtikin vegna tess, at eitt stórt felagsfjós ikki verður bygt á Sandi, táið eitt kundi verið bygt í Skálavík.
Svá mælti bíarbelj býar, har diasporain rann upp á Vestara Áarbakka, nú septembur 2023 stundar til gravar...
Óli Nicodemussen