Búmerkið hjá felagnum
22. apr. 2025

Avlegði GudSonurin Sín guddómleika?.

Hvør var Hann so?

BÝTIsbarn var Hann ikki!  RÁNsmaður var Hann heldur ikki!

Hvør var so Hann, ið kom til jarðar og "varð menniskjum líkur" (Fil.2:7), men sum kortini "líktist ikki menniskjabørnum" (Es.52:14) ???

Hann var hvørki Gudslíki ella mannalíki, men GudMenniskja Jesus Kristus, ið sum Gud hevði Guddómleika og sum menniskja hevði menniskjaleika - GudSonurin, ið bleiv mannabarn - Orðið, ið varð hold!

Í filippibrævinum kapittul 2 vers 6-7 lesa vit

"Táið Hann var eins og Gud, roknaði Hann tað ikki fyri rán (ella: býti) at vera javnlíki Guds;
nei, av Sær sjálvum segðist Hann undan tí, gjørdi Seg eins og tænara og varð menniskjum líkur."

Hvat var tað so, sum Hann segðist undan ella legði av, og tískil ikki hevði við sær til jarðar?

Eg hoyrdi ein prædikumann herfyri nevna, at Jesus legði av Sær Sín guddómleika, táið Hann kom til jarðar !?!

Men kundi Hann tað?

Um vit fyri argumentatiónina loyva, at GudSonurin legði av Sær Sín guddómleika (hvat ið annars er ómøguligt hjá Gudi at gera - Hann kann ikki vera "ikki Gud"), so hevði tað ómøguliggjørt inkarnatiónina, at Orðið varð hold, tí Jesus var ikki til sum menniskja, áðrenn Hann sum Gud kom til jarðar og gjørdist menniskja, og um Hann hevði lagt Sín gudómleika frá Sær, so kundi "Hann" ikki komið til jarðar, tí tað var eingin "Hann" at koma - menniskjaleika hevði Hann ikki fyrr enn á jørðini, táið Hann var komin til jarðar og var vorðin menniskja (hold) og um Hann heldur ikki hevði guddómleika, táið Hann kom til jarðar, so var eingin persónur at koma - Hann var ikki!
(Eg vil ikki brúka orðingina "Hann var ikki til", tí Gud ER ikki til, sum eg havi víst á aðrastaðni)
- Sí https://on.fo/272

Hvat merkir so dagsins tekstur?

Hann er ikki meiri innviklaður enn so, at GudSonurin í høvuðsheitum fjaldi Sína sjónligu tign sum Gud, táið Hann varð menniskja - Hann var kongur, men Hann sá ikki út sum ein kongur, tí Hann gjørdi seg til tænara! (Esaias 52:14-53:12)

Hvat merkir dagsins tekstur ikki?

Tað er ikki gjørligt hjá Gudi at avleggja nakað av Sínum Guddómleika, hann kann hvørki skerjast ella eykast.
Tað er heldur ikki møguligt hjá Gudi at "avleggja" nakrar guddómseginleikar!

Men - hinvegin - vit síggja í evangeliunum, at inkarneraði GudSonurin avmarkar og enntá frávelur at gera nýtslu av onkrum Guddómseginleikum, meðan Hann livir sum menniskja millum okkara í foldarlívi Sínum - uttan iva, tí at tað hevði forstýra jarðartilveru Hansara sum menniskja - Alvitan verður beinleiðis nevnd í hesum sambandinum. (Matt.24:36)

Óli Nicodemussen

PS: Les meiri um inkarnatiónina her - Orðið varð hold: https://on.fo/261

NB: Hetta, sum eg viðgeri í  nevnda skrivi, hoyrir tú ikki útlagt á møtum í brøðrasamkomuni, tí eingin torir at nerta hetta við einum klova (eldtong)!