Búmerkið hjá felagnum

Um okkum.

Heimasíðan ON.FO er privata heimasíða mín
Umframt hana, so eigi eg heimasíðurnar SANG.FO og TRUBOT.FO

Eitt sindur um meg sjálvan

Føddur 19/04-1969 í Skálavík og barnvaksin har

Búð í Havn síðan aldarmótið - hóast hjartað lá eftir í Skálavík
(Addressan er á Argjum og matrikulnummarið er í Kirkjubø)

Giftur við Karin Louisu Godtfred Leo (Norðberg) úr Hvalba
Vit eiga 4 børn og 2 barnabørn

Eg eri útbúgvin sum fólkaskúlalærari, men arbeiði sum námsfrøðingur hjá AV
Eri eisini útbúgvin sum PO - kirkjumusikari í orgulspæli

Av sannføring eri eg calvinistur, konservativur og loysingarmaður - í nevndu raðfylgju

Heimasamkoma mín er Zion á Sandi, men eg eri eisini ein av fleiri organistum í Ebenezer í Havn, og eg eri við í Ebenezerkórinum

Av skrivligum arbeiði havi eg m.a. gjørt eina nótabók við besifringum til Nýggju Sangbók Guds fólks frá 2015 og eina til Songbók Guds fólks frá 1976

Eg var við til at rættlesa Føroysku King James Bíbliuna - megnaravrikið hjá Sjúrði Højgaard - eg hevði tó onga ávirkan á tekstin sum so - hann avgjørdi Sjúrður sjálvur, men eg kom sjálvsagt við teimum konstruktivu viðmerkingum, sum eg hevði

Eg var eisini við til at rættlesa seinastu útgávuna av VD-bíbliuni, áðrenn hon varð prentað - og eg fekk onkrar broytingar við, men HFB metir hvørki, at tíðin er búgvin ella tørvur er á eini rættiligari endurskoðan, sum eg annars havi bjóðað meg fram til fleiri ferðir

Óli Nicodemussen