Búmerkið hjá felagnum

M.

Menniskjað Jesus Kristus

[...Hetta átti ivaleyst at verið umskrivað til eina aðra grein við sama innihaldi (og øðrum heiti), men eg lati hetta standa, sum tað var í 2004, við tað, at okkurt annað skriv vísir til hetta...]

Menniskjað Jesus Kristus.

(Seinast dagførd: 27/02-2004 - einki nevnivert broytt síðani, bara rættlisið)

Spurningin, hvørt Jesus var/er Gud, hann latið eg liggja á hesum sinni - tað eru øll kristin samd um, at Hann er, var, og altíð verður. Einastu undantøk frá hesum eru Arianarir, sum í dag finnast í tveimum útgávum: Unitararir og "Jehova Vitni" - hvørgin av hesum trúarbólkum verður roknaður fyri at verða kristin í bíbilskun týdningi, og hevur tað síðan hin
fyrsta kirkjufundin hjá tí etableraðu statskirkjuni hjá Konstantin, t.v. s. Nicea-konsilið í 325 verið roknað sum markið millum heiðið og kristið, hvørt ein trýr at Jesus er Gud ella ikki. 

Oneness pentacostals, ella Jesus-Only, er ein bólkur fyri seg sjálvan, í føroyum eru teir kendir sum Nardus-samkoman. Teir trúgva ikki á tríeindina (Gud-Faðir/Sonur/Andi), men teir trúgva, at Jesus er Gud, og mugu teir tí roknast sum kristnir - annað er so tað, um læran hjá teimum v.v. Guds einleika er røtt, men tað fellur uttan fyri hesa greinina at taka støðu til.

Tvætlið um, at eingin søguligur persónur, nevndur Jesus frá Nasaret, hevur verið til, tað tími eg ikki at diskutera - Hvørki jødar ella muslimar ivast í, at við byrjanina av vesturlendskari tíðarrokning livdi ein maður nevndur Jesus frá Nasaret.

  1. Um hesin Jesus var Sonur Guds (Gud), sum vit kristnu trúgva.
  2. Um Hann var ein (av mongum) profetur, sum muslimar, mormonarir, bahaiarir og mong mong onnur (ikki kristin) trúgvandi halda.
  3. Um Jesus var ein falskur profetur, sum jødarnir trúgva.
  4. Um Jesus var ein Guru, sum einstøk New-age fólk meina.
  5. Um Jesus var ein religiøsur leiðari og trúarflokkastovnari, sum liberalir "prestar" halda.
  6. Ella Hann var okkurt annað, t.d. ein sálarliga óstabilur timburmaður við undirlutakenslum, sum koppaðu yvir í stórheitsvanvid etc. etc.etc.
  7. Hetta kann alt vera ein seriøsur kjakspurningur, sum tó ikki er rúm fyri her, men at ivast um, at ein søguligur Jesus hevur livað c.a. ár -5 og til + 30 í Ísrael, tað er so skeptiskt (illtrúgvi), at tað kann bara kallast vantrúgv - bæði í bíbilskum og søguligum týdningi.

Spurningin, sum henda greinin setur, og roynir at svara, er hesin:

  • Er/var Jesus menniskja, ella var hann eitt manna-líki.
    V.ø.o. Var/er Jesus eitt menniskja í vanliga týdninginum av orðinum, t.v.s. biologiskur/sálarligur partur av mannaættini, ein eftirkomari Ádams og Evu í náttúrligan forstand?
  • Ella var Jesus eitt serligt slags menniskja, sum kundi kallast menniskja (1.Tim.2.5:"menniskjað Jesus Kristus"), men sum ikki var menniskja í etymologiskan forstand?
  • Hvat merkir "mannalíki" á føroyskum, og var/er Jesus eitt slíkt/ein
    slíkur?

Eg haldi, at "mannalíki" er eitt sera óheppi og tvískilt orð - tað er ikki nóg mikið at tað sum vit meina er rætt, tað sum vit siga, má ikki vera tvískilt, men týðiligt og greitt. (sí:1.Kor.14,9) "Ein frelstur syndari, ein heitur kaldur, ein stórur lítil" - tú kanst siga nógv, men hvat merkir tað, sum tú sigur? Hví ikki siga ein frelstur maður/kvinna. Hví kalla okkum syndarar sjálvi, tá Gud ikki kallar okkum tað? Ein trúgvandi er ikki siðloysingur, horkallur, drykkjumaður, avgudadýrkari pr. definitión, hóast hann kann falla/snáva í hesum og øðrum syndum, og ein rættvísur maður er ikki syndari pr. definitión, hóast hann (tað gera vit øll) snávar meir og minni í synd. Tað er ikki Gud (bíblian) sum kallar okkum syndarar og
rættvís samstundis. Hetta er ein illa umhugsað útsøgn hjá Martin Luther - tað, sum hann meinar, er helst rætt, men útsøgnin er sjálvsmótsigandi eins og "frelstur syndari". Ein frelstur rættvísur er ein tautologi, ein frelstur syndari er ein sjálvsmótsøgn. Ein frelstur maður sum snávar av og á í synd, men sum hatar synd og elskar lóg (orð) Guds, og sum Gud hevur "erklerað" fyri at vera ein rættvísan, er tað sum skriftin tosar um - ein frelstur persónur.

Stundum hoyrir ein eisini føroyskar talarar tosa um at Jesus (Gud) kom í, og tók á Seg menniskjalíki, og tað kemur meiri enn so fyri, at mann hoyrir hetta sungið eisini. Hetta passar ikki: Jesus líktist syndigum holdi, men Hann var, og er  framvegis (óforgeingiligt), hold og menniskja, og Hann er Gud opinberaður í holdi. 

Um ein andi ella dýr ella Gud kemur í mannalíki, so merkir tað á føroyskum at viðkomandi kemur í mannalikami uttan at blíva menniskja av náttúru. Í kvæðum, sagnum og ævintýrum, tá menn koma í hundslíki og kvinnur í fugla- t.d. krákulíki, froskalíki og líkn. tá koma tey í hami ella likami eins dýrs uttan at hava djóranáttúru. Munurin millum graslíki og
gras, er at gras er gras, og graslíki er ikki gras, men er plastik? sum líkist grasi uttan at tað harvið blívur gras.
Um Jesus ikki var menniskja, men bert Gud kamufleraður í mannalíki, so er trúgv okkara tóm, og inkarnartiónin ein dárlig vits. 

Siga vit, at Jesus gaman í var sannur Gud, eins og Faðir Sín, men at Hann var ikki veruligt menniskja, sum vit onnur, men eitt "serligt slag" av menniskja, sum líktist okkum, men sum ikki var partur av mannaættini, og at Maria moy fungeraði bara sum "klekimamma" hjá einum slags "mannalíki" sum Gud við Heilaga Andanum "plantaði" í móðirlív hennara, uttan at hon hevði nakað sum helst at gera við "menniskjaleika" (menniskjaheit) Hansara; um tað er hetta, sum vit meina, so skulu vit sjálvandi brúka heitið "mannalíki", tá tað er eitt hóskandi heiti til hetta pseudo-menniskja.

Mannalíki kann ikki skiljast øðrvísi, enn at Jesus var ikki veruligt menniskja við menniskjanáttúru, men ein kamuflaga sum Gud virkaði í móðurlívi Mariu, uttan at Hann fekk "menniskjanáttúru" ígjøgnum/av Mariu - "likam gjørdi Tú mær til".

Um skeivar orðingar ikki vera rættaðar, koma tær skjótt at troka tær røttu burtur. T.d. "Gud koyrir ongan í Helviti, vit koyra okkum sjálvi hagar", verður sagt av talarastólum okkara, uttan at tað verður rætta, fyri ikki at tala um at "Gud gav okkum ein frían vilja!" Hvussu kan nakar geva einum øðrum ein vilja, og so enntá ein frían???.

Ein frelstur syndari ljóðar "eyðmjúkt", men kom Jesus at frelsa okkum í ella frá syndum okkara? "Frelstur syndari" og "Fríur vilji" eru tvey skúladømi um hugtøk (begreb) sum annulera (uppheva) seg sjálvan innanhýsis, og tá hús er komi
í stríð við seg sjálvt? Royn annars og analysera: eina heilaga almenna kirkju!?! 

Es.52,14 "Hann líktist ikki menniskjabørnum", Heb.2,17 "Tí mátti Hann í øllum verða brøðrum Sínum líkur". 

Summi av teimum, sum brúka orðafellið "mannalíki" trúgva helst at Jesus var/er satt menniskja, men brúka eina misvísandi orðing, mannalíki, í tankaloysi - ein slags "synd av óvart". Hetta er kanska ein misvísandi
umseting av enska "manhood", Men "God came in manhood" og "Gud kom í mannalíki" merkir ikki tað sama. 

Um Maria hevði einki við menniskjanáttúru Jesusar at gera og Jesus tess vegna ikki er partur av mannaættini, so kann Hann ikki vera tann seinni Ádam. 

Eg trúgvi ikki, at nakar skilir inkarnatiónina - eg havi í hvussu er ikki møtt nøkrum enn - men eg trúgvi at tað er rætt at vit grunda djúpt alt lívið yvir spurningar, sum eru so djúpir, at teir eru óútgrundiligir. Vit hava ikki fingið høvd okkara til at hyggja eftir sápu-opraum og talkshows við. Eg skilji ikki inkarnatiónina (til fulnar), men eg haldi, at bíblian er púra
greið: skuldi Jesus vera millummaður millum Gud og menniskju, so mátti Hann vera bæði sannur Gud og satt menniskja samstundis.

Gud og Menniskja, hetta kunnu børnini í sunnudagsskúlanum skilja, men teologarnir kunnu ikki skilja tað til fulnar, hvussu hetta kann vera. Tað er bara ein millummaður millum Gud og menniskja, Menniskjað Kristus Jesus. 1.Tim.2:5...(sum er)..."Gud, opinberaður í holdi". 1.Tim.3:16 (TEOS, ikki HOS) - t.v.s. 1.Tim 2&3 = Menniskja & Gud. Hann var líkur
syndigum holdi (uttan synd). (Róm.8:3), men Hann varð hold. (Joh.1,14) og Hann er framvegis hold aftan á uppreisnina. Luk.24:39. Um Kristi uppreisn skal vera frumgróðurin av teimum sum sovnað eru, so kann uppreisnarlikam Hansara ikki vera øðrvísi enn okkara verður - annars var Hann ikki frumgróður ? (s.e. sálm 45 - v.3 menniskja & v.7 Gud). 

Sambært calvinistiskum krittikara av "brøðralæruni", Thomas Croskery 1879, so høvdu teir "gomlu" brøðurnir, C.H.M., J.N.D., og W.Kelly eina læru um "tað himmalska menniskja" Kristus, sum var eitt annað "slag" av menniskja, enn "tað jørðiska menniskja" Ádam var, bæði áðrenn og aftan á syndafalli. Sambært hesi læru, so var jørðiska likam Harrans Jesusar, áðrenn uppreisnina, sama "slag" sum uppreisnarlikami hjá tí endurloysta menniskjanum aftan á uppreisn hansara t.v.s. tí endurloysta. T.v.s. at jarðarlikam Jesusar var frítt fyri avleiðingarnar av syndafalli Ádams, og
kundi ikki doyð av elli, óansæð hvussu gamalt tað var - ikki tí at Gud forhindraði tí, men tí at jarðarlikam Harrans Jesusar var ikki undirlagt forgeingiligleika. Likam Hansara í inkarnatiónini hevði sambært hesi læru einki við "okkara" likam at gera, tí at "(himmalst menniskja-) likam gjørdi Tú mær til" - So Jesusbarni slapp eftir hesum at døma undan barnasjúkunum -"Tað vóru sjúkur okkara, Hann bar", men Hann hevði ikki "lut" í sjúkum okkara - Henda læran samanumtikið liggur á markinum til at avnokta, at Jesu likam hevði blóð (tað hevur uppreisnarlikami ikki - tað, vit
vita), men teir síggja nok sjálvir, tað førir ov vítt, og hevur "óhepnar" avleiðingar (og so royna teir at loysa tann trupulleikan við at fáa Jesus at hava blóð frá Gudi, sum annars er andi!). Eg veit ikki, um eg eri greiður nok, men eg haldi, at læran er ov ógreið til at seta hana greiðari fram í einum skrivi av hesari støddini. Eg havi lisið hesa læruna í Betragtninger over mosebøgerne hjá C.H.M., men eg hefti meg ikki við hana tá nakað serligt, tí eg helt bøkurnar sum heild vera sera áhugaverdar og læruríkar - eg helt (fyri at sitera C.H. Spurgeon í ummæli av betragt. í Comment. & Com.), at hetta vóru nakrar eiindommiligheitir hjá Machentosh. 

Eg eri glaður fyri ta verk - serliga skrivliga verk - sum teir gomlu brøðurnir gjørdu, og eg haldi, at brøðrasamkoman (føroyska modellið) er tað nærmasta, sum ófullkomin menniskju eru komin gjøgnumførligum bíbilskum samkomustrukturi og læru. Menn skilja skriftina ymiskt, men vit hava "bara" skriftina sum autoritet, ikki viðtiknar trúðarjáttanir, ella
traditiónina til autoritet, tá tað kemur til skarpskeringar, og vit kunnu uttan byrokrati, kirkjuministeriir v.m. broyta tað, sum farna ættarliðið skilti øðrvísi enn vit, um vit finna brúkulig bíbilsk argument fyri tí - Teir gomlu brøðurnir høvdu sínar eiindommiligheitir, sum ein sær, um ein lesur "brøðralæru" c.a. A.D. 1880. Tá ið teir kundu exkomunikera W.Kelly, sum
kanska var størsta "høvdið" sum teir høvdu á hansara døgum, so sigur tað nakað um teirra ófeilbari - eg meinti annars, at tað var ein rómversk katólsk doktrin við ófeilbariheitini. Ensku/amerikansku brøðurnir hava annars "annulerað" hesa exkomunikatión av W.K. nýliga. 

At brøðralæran hevur docetistiskar tendensir, eri eg ikki tann fyrsti, sum havi varnast. Kendi breski professarin í grikskum, F.F. Bruce, sum sjálvur var "bróðir", vísti á tað fyri ártíggjum síðani - tað bleiv hann ikki beinleiðis populerur fyri, hvat ið eg valla blívi heldur fyri hesa greinina, men táið tað skal sigast, lat tað so vera sagt. Hvar brøðrasamkoman hevur fingið sínar docistisku tendensir frá, veit eg ikki. Menno Simons, sum sokallaðu "mennonitarnir" stavaðu frá, var
docetist, t.v.s., at hann trúði á Kristi mannalíki, og mennonittarnir vóru anababtistar. Tað løgna í hesum sambandi er, at brøðrasamkoman var ikki babtistisk, táið hon byrjaði í bretlandi fyrst í 1800 talinum, hóast "brøðrirnir" blivu kendir (og beryktaðir) sum gendoyparar í føroyum. J.N.Darby var barnadoypari.

Føroysku brøðrirnir sum byrjaðu við at doypa vaksin, doypa nú børn í 8-10 ára aldri, og kanska yngri eisini - tá vildi eg
fyritrekt barnadóp av pinkubørnum. Annahvørt má ein doypast sum myndigur persónur uppá sína egnu játtan, ella sum ómyndigur uppá játtanina hjá foreldrum/verjum. At doypa eitt 8 ára gamalt barn, gevur onga meining, uttan so at foreldrini vilja "spæla", at barni er tilkomið, men "fyri ein ordans skuld" fáa tað í dópskarið, meðan tey enn hava
maktina yvir "avgerðunum" hjá barninum.

Tann klassiska "brøðralæran" (Darby/Kelly etc.) øtast um tað ræðuligu (horreble) læruna um, at Kristus fekk "carnal natur", og dømir hesa læruna sum blasfemi av grovasta slag. Til hetta er at siga, at eingilskmenn (KJV etc.) umseta orðið hold, SARX við flesh við hvørt, carnal við hvørt, og stundum við øðrum orðum, og leggja ymiskar týdningar í hesi orð, sum eru umsett frá tí sama grikska orðinum, SARX. Rætt skal vera rætt, Kristus er ikki carnal, í tí týdninginum, sum orðið carnal hevur á enskun, men skriftin lærir, at Kristus (Orðið) varð hold; hetta gevur brøðralæruni ein  kardinaltrupuleika; brøðralæran hevur gjørt hugtakið "holdið" (sum teir skilja sum tað gomlu náttúruna) til nakað so ræðuliga demoniskt, at Kristus sum hold má burturforklárast uppá allar møguligar (og ómøguligar) mátar, og tá argumentini eru uppi, so kemur polemikkurin teimum til hjálpar (halda teir) - "Hvorom alting er, og vorder bleven", í staðin fyri at lata Orðið verða hold = menniskja, so blíva teir (uttan at vita tað sjálvir) apollinarianistar, og fáa ein Kristus, sum ikki er menniskja, men mannalíki. Eg kann annars minna á at táið Pelagius (hann við tí fría viljanum) var vorðin óynsktur í ortodoksum kristindómi, tá flýddi hann til Nestorianus, sum tá var bispur í Byzants (Konstantinopel) - tað er kanska lagnunnar speiðsemi, at brøðralæran, sum upprunaliga var calvinistisk, fekk Pelagius blandaðan upp í teologiina, aftan
á at hon hevði hýst Apollinarius (við mannalíki) síðan Darbys dagar - ein ólukka kemur sjáldan aleina. - skuldi brøðralæran verði konsekvent, so var hon meiri nestorianistisk enn apollinarianistisk - Nestorianus lærdi ein
skisofrenan Jesus við tveimum náttúrum. Teir "gomlu" brøðrirnir vóru fyri ein part umskiltir. Í sínum ídni fyri at bøta um skaðan sum popprædikanturin og pre-pinsin Irving hevði gjørt, fóru teir alt ov langt við at forklára, hvussu Kristus kundi vera uttan (arva-)synd, sum Irving eftir øllum at døma lærdi, at Hann hevði lut í - læran hjá honum var tó hvørki greið
ella systematisk. Eg minnist annars okkurt um Doketistar, ávirkan frá Platon, Apollinarianismu, Nestorius, Cyril, Kirkjufundir etc. Tað stutta av tí langa, er tað, at teir kláraðu ikki at forklára inkarnatiónina til fulnar og eingin, heldur
ikki vit, hevur klárað tað síðan - og eingin kemur at klára tað, tí inkarnatiónin kann ikki forklárast (vit mugu tó royna) - hon er ein snávisteinur fyri tankan og fornuftina - og hon er munandi verri at forklára enn tríeindin. Tríeindin er
hóast alt "bara" Gud, men inkarnatiónin er bæði Gud og menniskja. Onkur gudsmaður hevur sagt, at ein Gud sum hann hevði skilt til fulnar, hevði hann ikki kunna havt stórvegis hávirðing fyri. Strangt tikið, so er tann klassiska brøðralæran (A.D.1880) hvørki konsekvent apollonarianistisk ella nestorianistisk, men skisofren, við tað at hon trýr at Jesus hevði tvær náttúr (Gud og Menniskja), men trýr samstundis, at Jesus bleiv ikki menniskja - heldur ikki likam hansara, men
at Jesus var menniskja í Himli, og at hetta "himmalska menniskja" kom í móðurlív Mariu, og gav seg síðan út fyri (leyg!?!), at tað var menniskja sum vit onnur. Logikkurin í hesum (í tann mun, at tað hevur logik) er, at Jesus
er ævigur Gud og ævigt (himmalskt) menniskja - v.ø. orðum, menniskjaleiki Jesusar er samanfallandi við guddómleika Hansara, og "báðar" náttúrurnar eru í veruleikanum tann sama æviga náttúra GudMenniskjans - Karl Barth trúði nakað tað sama, og ensku brøðrirnir trúgva hetta enn, men hvat brøðrasamkoman í Føroyum í dag (A.D. 2004) trýr í hesum máli er torført at útgreina systematiskt - størsti trupuleikin er, at teir vita ikki sjálvir hvat, ið teir trúgva í hesum máli. Ja, ja, ja, teir trúgva ikki uppá kirkjufundir og viðtøkur manna, men bert tað sum orð Guds lærir t.v.s. hina heilnæmu læru, óblandaðu mjólk orðsins o.s.fr.  Trupuleikin er so bert, at útgreina systematiskt, hvat bíblian lærir í hesum máli, tað fær
mann ongan til - tað gevur kraftigar ábendingar um, at teir vita ikki sjálvir, hvat teir meina. 

Um Jesus var "mannalíki", hvat í víðu verð gjørdi Hann so her á jørðini? Hann kundi tala av Himni, eins og áður og aftaná. Hann, sum er Gud, var allvitandi áðrenn Hann kom niður á jørðina, so Honum nýttist ikki at koma at kanna nakað. 1.Mós.18,21 var ikki neyðugt fyri Hin Alvitandi, men var nakað Hann, valdi Sjálvur - Hann arbeiðir á Sín hátt.

Gud fer ikki at snýta Seg Sjálvan við at taka eitt "mannalíki" sum staðgongumann fyri verðulig menniskju!!! 

Hjá okkum er tað eingin spurningur um, at Jesus er (altíð hevur verið/altíð verður) sannur og heilur Gud áðrenn, í og aftan á incarnatiónina. Spurningurin er, í hvønn mun, Hann var og er menniskja, og hvat "slags" menniskja. At Hann var og er menniskja í onkrum týdningi av orðinum "menniskja", letur skriftin ongan iva vera um. (Sí. 1.Tim.2:5.) Annars kom
Hann ikki bert í holdi, men Hann bleiv (varð) hold - spurningurin er so, hvat tað merkir!?! 

Men eg slái fast, at inkarnatiónin ikki kann forklárast rationelt, og hypotetiskir spurningar eru loyviligir, um teir hjálpa okkum at skilja okkurt ógreitt, men teir eru ikki gagnligir, um teir leiða okkum út í filosofiskt pedantarí. Spurningar sum: Um nú Gud...., eru í besta føri nyttuleysir. Hjá Gudi er einki "um" ("no if's and but's" Dr. M. Lloyd-Jones). Gud ER, Gud
hevur tala, Og Gud ger hvat Hann vil. Annað er, hvussu vit fyrihalda okkum til tað. Tað er ein góður spurningur, og hann er ikki hypotetiskur, men deyðaálvarsamt konkretur. 

  1. Um Jesus varð mannalíki, sum apollinarianisman lærir t.v.s., at "innara menniskja"Hansara (andi & evt. sál) var óbroytt í incarnatión Hansara, og at hetta "innara menniskja" t.v.s. persónligheitin Jesus tók bústað í einum menniskjalikami, sum Gud virkaði í móðirlívi Mariu (uttan hennara "viðvirkan"), so doyði Jesus sum"menniskja", t.v.s. at likami doyði og varð atskilt frá persóninum, og so var Jesus ikki menniskja longur; ikki so mikið sum mannalíki, men "bert" ein Gud uttan likam.Og hvat ið verri er fyri brøðralæruna, so hevur Jesus Kristu ongantíð havt "tvær náttúrur" á foldardøgum sínum, og kann enn minni hava tær nú. 
  2. Um Jesus reis upp í holdligum likami, tí sama sum Hann hevði havt - grøvin var tóm, so bleiv Hann menniskja aftur, ella mannalíki, alt eftir, hvat Hann var áðrenn. 
  3. Um
    a: Jesus var mannalíki (apollinarianisma)
    b: Jesus í uppreisn Síni var frumgróðurin av teimum sum sovnað eru, og skulu rísa upp.
    c: Vit trúgvandi í "uppreisn" okkara fáa eitt annað dýrdarlikam í býti við okkara"gamla hylstur/tjaldbúð/hyttu" (sum teir trúgvandi viðhaldsmennirnir hjá organtransplantatión læra), so er "logikkurin" hesin:
    d: (niðurstøða): Jesus Kristus var Gud í ævinleikanum, "spældi" at vera"menniskja" í kraft av at hann var mannalíki foldartíð Sína, og Jesus Kristus helt síðan uppat at vera "menniskja" táið Hann doyði, og
    Jesus Kristus er Gud aftur nú, men ikki menniskja.
    Viðmerking: Hetta er sjálvandi nakað forferdiligt tvætl, samanborði við hvat bíblian lærir, men eg royni bert at fylgja hesi læruni um Kristi "mannalíki" t.v.s. apollonarianismuni til hennara logiska sjálvmorð, og gravarferð við logikkinum sum "biðimanni", hvaðani tað ikki er nøkur uppreisn - í hvussu er ikki táið tey rættvísu rísa upp. 

Viðvíkjandi menniskjanáttúru Kristusar, soframt Hann var menniskja í vanligum týdningi av orðinum, og ikki bert manna"líki", so kundi sambært "tveynáttúru terminologi" menniskjanáttúra Hansara ikki vera tann "gamla náttúran", við ta at hon er ein syndanáttúra, og Kristus er uttan synd. Menniskjanáttúra Kristusar kann heldur ikki vera tann "nýggja
náttúran", tá hon er ein gudilig nýskapan, sum Gudurin Jesus Kristus ikki hevði tørv á, og hevði hon, um so var, falli saman við tí guddómligu náttúru Hansara (2 Pæt:1.4?) og gjørt læruna um Kristi tvær náttúrur meiningsleysa, við tað at "báðar" náttúrurnar vóru tann "sama" náttúran - nevniliga tann guddómliga náttúran. 

Eg ætlaði mær at skriva um tað søguliga kjaki v.v. inkarnatiónini, sum Apollinarus og aðrir góðir og minni góðir menn tóku lut í, men tað verður ikki her. Kanska eg skitsi tær søguligu rembingarnar umkring Nicea ár 325 og Chalsedon ár 451 v.m. eina aðruferð. 

Niðurstøða mín er:
Jesus Kristus var (og er) umframt Gud í orðsins fulla týdningi, menniskja í orðsins vanliga týdningi, sum  biologiskur/sálarligur eftirkomari hjá Ádam og Evu, og tískil partur av mannaættini, við tí eina undantakinum,
at Hann er uttan synd, og hevur altíð verið tað - vit síggja burtur frá, táið Hann hekk á krossinum sum staðgongumaður mannaættarinnar, men tá var tað sum so ikki "Hansara" synd, men okkara.

Spurningin um hví og hvussu Jesus, sum partur av mannaættini og eftirkomari Ádams, kundi "sleppa"
undan arvasynd, tann spurningin goymi eg til eina grein um arvasyndina – um hon annars kemur einaferð seinni.

Óli Nicodemussen