Nótar.
Nótabók ÓN til SGF 1976
Hetta er nótabókin, ið Óli Nicodemussen gjørdi í 2005 til Songbók Guds Fólks 1976
FORMÆLI
(Vegna plásstrot, so endaði hetta aftast í bind 3 sum "Postludium")
Henda bók fekk sína byrjan við, at undirritaði var organistur hjá samkomuni á Sandi, umframt at hann stundum spældi á Zarepta, til útimøti hjá Ebenezer, og seinru árini stundum í samkomuni í Hvalba eisini - haðan konan er.
Eitt sum ofta hevur verið ein trupulleiki, bæði hjá mær og øðrum, er, at vit ikki hava dugað lagið til onkran sang, sum hevur verðið "útgivin" á einum møti, har vit hava spælt. Trupuleikin er ikki vorðin minni av, at vit heldur ikki kundu fara heim og læra okkum lagið eftir møtið, tí vit høvdu ongar nótar at fara heim til.
Sjálvur eri eg ongantíð komin fram á Hjt., I.M.S. etc., so at eg kundi keypt hesar - ella K.S., H.S., E.H., B.H., og aðrar, sum sambært eftirmæli í SGF 1976, s.654, vóru "kendar".
Ein annar trupuleiki, sum hevur verið, sjálvt um nótar vóru til taks, eru "Es & As tóna-artirnar", sum nógvir nótar standa skrivaðir við í vanligum allgongdum nótabókum, umframt aðrar "svartar" tóna-artir, ið eru ringar at spæla (og læra) hjá fólki, sum bara duga eitt sindur at spæla nótar.
Enn ein trupulleiki hjá mongum av okkum, sum eru alin upp við og eftir Beatles, Queen, ABBA osv. er, at vit tónlistarliga hugsa í akkordum, ikki í kór-útsetingum, og tískil eru "gammeldags" nótabøkur eitt fremmant mál fyri okkum - eitt mál, sum gamaní kann lærast av okkum, sum spæla klaver og orgul, hóast tað ongantíð blívur musikalskt "móðurmál" hjá mongum av okkum, og sum hartil gevur lítla meining hjá t.d. gittarleikarum - sum vanliga duga millum nakað og einki av nótum, men væl kunnu spæla einræddaðar nótar saman við becifringum.
Sjálvandi kann ein vera meira neyvur við harmonisering, um allir nótarnir verða skrivaðir niður og eitt stórt arbeiði verður lagt í hvørja stemmu, og stundum finnur ein eisini slíkar útsetingar í t.d. Den Danske Koralbog, ið eisini eru ein fragd fyri oyrað (og eygað). Men rættiliga ofta gerst ein vónbrotin, eftir at hava strítt seg ígjøgnum allar nótarnar - fyri at finna einans hugflogsleysar oktavar, kvartar og kvintar við lítlum spenningi ella ráki í - hevði tað so av illum verið parallellir sekstar ella tertsar. Tá vil eg í hvussu so er, og væntandi mong við mær, heldur hava talmerktar nótar.
Eg átti tó Redemtion Songs (sum pápi mín keypti) og Den Danske Koralbog (ið eg haldi, eg keypti frá Simma), og Heimlandstónar 1-3, harav bind 3 kom út í 1984, tá eg var 15 ára gamalur, men so hendi einki meir, frároknað tað, at Jens Guttesen kom við Ljómur og Lag í 1988.
Eg skal ikki lasta nakran fyri, at tað hevur gingið so striltið við Heimlandstónum 4 og restini. Hevði eg vitað frammanundan, hvussu nógv arbeiði stendst av at gera eina nótabók sum sjálvboðið arbeiði, so hevði eg neyvan farið undir arbeiðið.
Eg havi annars altíð havt tað sjónarmið, at um nakað er vert at gera yvirhøvur, so er tað vert at gera til lítar, og tað krevur tíð, pengar - og ikki minst - arbeiðsorku.
Men nú eri eg tó glaður um, at eg tveitti meg út í hetta arbeiðið, og við tað at eg í januar 2003 lovaði samkomunum, at tær skuldu fáa eina fullfíggjaða nótabók frá mær, so vildi eg halda orð, og her er so bókin.
Eg kom við tíðini at kenna Óla Vang í Tórshavn, ein mann, sum hevur verið mær til íblástur í mangar mátar. Eg fekk at vita frá Óla Vang, at hann hevði ljósprentaðar nótar, ið kundu nýtast til teir flestu sangirnar í SGF, einir 15-20 frároknaðir. Og glaður var eg, tá eg slapp at avrita burtur úr hesum savnið hans, tað mær tørvaði. Eg avritaði tó bert nótarnar til teir sangirnar, sum eg ikki dugdi "eftir gehør" - ella ikki átti sjálvur - umleið hálvt annað hundrað.
So var bara at fara fúsur til verka. Eg keypti mær eitt nótaforrit til telduna úr U.S.A. fyri 3000 kr. (Eg fekk tað fyri hálvan prís, av tí eg arbeiddi við eini nótabók til samkomubrúk - tað hevur lýsingarvirði hjá Finale-forritinum). Síðani settist eg at spæla og skriva nótarnar inn, men um heystið 2003, so vildi mín hálvtannað ára gamla telda ikki meira, og so keypti eg mær eina nýggja góða teldu, sum eg bílegði úr Danmark saman við einum stórum 22" skermi. Skermurin streykaði tó á heysti 2004 - innanfyri garantiið! Tann nýggja teldan, við tí stóra skerminum, hevur annars verið góð og skjót at arbeiða við, og hevur hetta lætt væl um arbeiðið.
Hóast ávísar teldutrupuleikar, so er telda eitt sera hent tól til nótaskriving, og eg hevði neyvan komið gjøgnum eitt slíkt arbeiði, hevði eg ikki eitt gott telduforrit sum Finale. Fyri at geva eina mynd av hvussu nógv arbeiði stendst av eini slíkari bók, so kann eg nevna, at um ein sparir t.d. 5 minuttir av hvørjum lagi, við at einsrætta arbeiðsgongdina og leggja arbeiði til rættis, so svara hesir 5 minuttir pr. lag til 100 tímar fyri 1200 løg. Tað hevði bæði stytt og lætt munandi um arbeiðið, um eg hevði kent Finale-forritið betri, áðrenn eg byrjaði - eg arbeiði væl skjótari við tí nú enn í fyrstuni.
Eg haldi sjálvur, at eg var "tann rætti maðurin" at gera hesa bókina. Fyri at gera eina slíka bók, er næstan neyðugt at vera lagsmiður sjálvur. Nógv løg skuldu harmoniserast umaftur til akkordbrúk, summi løg máttu foreinklast til felagssang, og einstøk løg máttu "umbyggjast", fyri at tey kundu brúkast til felagssang. Harumframt var neyðugt hjá mær at komponera tey løgini av nýggjum, sum manglaðu fyri at gera bókina fullfíggjaða.
Tað er eisini sera gott fyri stílin (kontinuitetin) í einum slíkum verki, at ein maður arbeiðir samanhangandi við tí - sjálvandi er best um spælarin er á bylgju-longd við rithøvundan av eini nótabók, men eisini um hann ikki er tað, so kennir hann stílin, og veit hvat hann skal leggja upp fyri. At vera áhaldin, er eisini ein sera góður eginleiki, táið eitt slíkt stórarbeiði skal gerast.
Sjálvandi eru tað aðrir, ið kundu gjørt hetta arbeiðið eins væl og eg, og ivaleyst kundi onkur gjørt tað betri, men vit kunnu ikki áhaldandi og framhaldandi bíða hvør eftir øðrum, og kann so henda bók verða ein fyrsta roynd at gera eina fullfíggjaða nótabók til Songbók Guds Fólks.
Eg vil við hesum bjóða øllum góðum kreftum at arbeiða saman við mær í hesum arbeiði frameftir, og gleðist eg um tað stóra arbeiði, sum t.d. Flóvin Tyril hevur gjørt - og framvegis ger, til tess at savna sangir og løg. Latið okkum standa saman og sameina evnir og kreftir okkara frameftir til at lyfta sangin í samkomum okkara á eitt høgt støði - eisini tónlistarliga.
Arbeiðið við hesi bókini hevur tikið meginpartin av tíðini hjá mær farnu tvey árini, men eri eg glaður um, at Harrin hevur givið mær "tíðina" - og bindindi til at brúka hana umframt "miskunn og náði til hjálp á rættari tíð!".
Hvussu er og ikki; hevði eg ikki havt gjørt hetta arbeiðið í 2003 og 2004, so hevði tað kanska ongantíð verið gjørt, hvør veit - Harrin leiðir á Sín hátt.
Viðmerkingar:
Eg áleggi ongum at brúka ávís løg til ávísar sangir, men eg havi kannað, hvørji løg vanliga og yvirhøvur verða brúkt (havi m.a. ráført meg við Óla Vang og yvirlitið hjá Karl Jóhan Nielsen). Síðani havi eg gjørt eitt savn, sum eg haldi vera nyttuligt.
Eg havi roynt at hildið meg til eitt lag til hvønn sangin, og merkir hetta, at eg stundum havi valt millum tvey ella fleiri møgulig løg, og havi eg so valt tað lagið, mær dámdi frægast. Eg havi tó í ávísan mun viðmerkt, omanfyri sangir, at teir kunnu nýta annað lag í bókini.
Fyri størsta partin havi eg brúkt tey kendu løgini, og havi eg stórt sæð bara skrivað nýggj løg har, sum løg (ella nótar) manglaðu - summi løg visti eg ikki um, øðrum stóðst ov nógv arbeiði av at fáa fatur á, og annars eigi eg ikki allar nótabøkurnar, sum mær tørvar.
Nógv løg havi eg tikið við, ið eg als ikki var nøgdur við, men eg helt, at tey kundu brúkast fyri fyrst - so kunnu eg, og onnur við, freistast til at skriva nýggj løg til ta komandi SGF, og kanska sálda nøkur av teimum vánaligastu løgunum frá til ta tíð, og evt. taka tey gomlu við sum "eykaløg." Komandi útgávan til ta nýggju SGF verður ætlandi uppbygd á sama hátt sum henda, við einum lagi til hvønn sangin, men eg ætli at taka tey flestu eykaløgini við, ið onnur vilja hava, og seta tey í yvirlit aftast í bókini, ella kanska í eitt sjálvstøðugt eykabind.
Nøkur løg vóru so vánalig, eftir míni áskoðan, at eg metti tað vera ósannlíkt, at tey vóru í nýtslu ella høvdu ein møguleika fyri at koma í nýtslu sum felagssangur - onkuntíð passaðu nótarnir ikki við tekstin, uttan at teksturin varð tambaður og tugdur, so hesar tók eg ikki við.
Í einstøkum førum havi eg "umbygt" okkurt lag, sum ikki var egnað til felagssang, sum tað stóð skrivað (t.d. í R.S.) - og havi eg m.a. broytt alt- og tenor stemmur til sopran (fyrstu rødd), har sum alt ella tenor vóru tann leiðandi stemman (t.d. niðurlagi í 381).
Eg havi eisini lagað løg til felagssang, sum vanliga ikki verða sungin neyvt eftir nótunum, t.d. avrundað fraseringar og umskrivað endan á lagnum.
Sum oftast havi eg lækkað sangin eitt sindur, t.d. úr As til G og Es til D, men stundum longur eisini, t.d. frá Bb til G ella F til D. Vanliga er fleirræddað útseting ov høg til felagssang.
Eg havi loyvt mær stórt frælsi at harmonisera løgini umaftur, lutvíst tí at eg var ónøgdur við verandi harmonisering, men fyrst og fremst fyri at spara tíð - tað er fleiri ferðir so tíðarkrevjandi, at stava seg gjøgnum fleirræddað partitur, enn at smekka nakrar vegleiðandi akkordir inn í nótarnar. Flestu nótarnir "harmonisera seg sjálvir" við trimum til fimm høvuðs akkordum. Har eg ikki havi funnið nakra "sjálvsagda" harmonisering, havi eg tó nærlisið partiturið, um eg helt, at nakað var at heinta - tað var tað tó ikki altíð. Summi løg bera brá av, at lagsmiðurin er óroyndur, og tískil trilvar fram eftir fummum v.v. lagbygnaði og harmonium.
Nógvir nótar eru niðurskrivaðir eftir minninum, og er hetta orsøk til nøkur frávik (feilir), við tað at eg minnist skeivt ella havi lært lagið skeivt upprunaliga.
Manglandi nótar er somuleiðis orsøk til, at lagsmiðurin órímiliga ofta er "ókendur" av mær, hóast hann kanska er "vælkendur" av øðrum organistum - eg eigi ikki nótabøkurnar, sum løgini standa í, tær eru ringar at fáa fatur á, og tær kosta eisini nógvar pengar, um eg skal keypa allar, ið eg havi brúk fyri. Eg havi tó keypt nakrar nótabøkur í samband við hetta arbeiðið.
Eg tók øll løgini hjá Jens Guttesen við. Hetta var lætt, sum so, við tað at tey stóðu øll í Ljómur og Lag. Eg eri ikki nøgdur við summi av teimum fyrstu løgunum hjá J.G., men eg vildi vera konsekventur og taka øll við. Eg var tó ikki konsekventur við Heimlandstónar 1-3. Henda bók er ætlað at hava umleið 1200 útvald løg við - ikki at vera eitt fullfíggjað savn av løgum hjá tónaskøldum í samkomunum. Komandi bókin verður vónandi meiri umfatandi.
Bróður Jens Guttesens, Leivur Guttesen, hevur gjørt umleið hálvt hundrað løg, m.a. ikki sørt til SGF, men tað eydnaðist mær stórt sæð bert at fáa fatur á teim løgum, sum eru við í Heimlandstónum 1-3, til hesa bók - kanska nøkur av hinum koma við næstu ferð.
Eg royndi at fáa fatur á tilfarinum, sum Nótabókagrunnurin til Heimlandstónar liggur inni við, og sum ikki er útgivið enn, so eg kundi vegleiða meg við tí. Teir sendu mær Hlt. 4, eftir at prentingin var byrjað, men eg fekk tó lirkað tvey løg av L. Guttesen inn í bind II.
Henda bók er ikki nakað tónlistarligt meistaraverk, her er ivaleyst mangt, ið kundi og átti at verið betri frágingið.
Hevði eg fingið løn í 5 ár til at arbeitt burturav við hesi bók, so hevði eg eisini gjørt mær munandi meira ómak við ymiskum, serliga harmonisering, men eg hevði eisini lagt meira arbeiði í at funnið fram til tónasmiðin, og at valfarta frá "Heródes til Pilatus" í eini søknan eftir løgum, sum onkur meinti seg ørminnast, at onkur triðji hevði sagt, at onkur fjórði møguliga dugdi, ella hann enntá hevði einar nótar liggjandi onkustaðni. Skuldu slíkir nótar komið mær upp í hendur nú, eru teir vælkomnir við til ta næstu bókina. Tá kundi eg hugsað mær at havt fleiri eykaløg við, um áhugi er fyri tí.
Men henda bók er tó ikki fuskað á nakran hátt - eg havi gjørt hesa bókina so væl, sum eg kundi sum sjálvboðið arbeiði á 2 ársverk, og eg haldi, at tíðin nú er komin, at fáa hesa bókina í umferð.
Henda bók verður neyvan uppafturprentað í verandi líki, men ein nýggj Songbók Guds Fólks er í umbúna, og er ætlanin at gera eina líknandi nótabók til hana, so vinaliga gevið mær allar tær viðmerkingar, rís og rós, sum tit hava til hesa bók, so manglar og evt. feilir kunnu rættast í næstu bókini.
At ein sangur hevur eitt ávíst lag í hesi bók til SGF frá 1976 merkir ikki av sær sjálvum, at sangurin hevur sama lag í nótabókini til ta komandi SGF. Veitst tú um eitt betri lag til onkran sang, t.d. eitt lag, ið tú sjálvur hevur gjørt, vinaliga læt meg so frætta. Henda nótabók liggur saman við øðrum sangum, nótum og MIDI-fílum í Sang-savninum á heimasíðu míni: [...], og evt. rættingar og broytingar verða gjørdar leypandi har.
"Syngið fyri HARRANUM við tøkk, lovsyngið Gudi okkara við sitara." Sálmur 147:7
Argir, mars 2005.
Tykkara í Kristusi,
Óli Nicodemussen
Takk til:
Óla Vang fyri rættlestur og fyri at hava lænt mær nótar, ráðgivið mær, og fyri áhuga annars í hesi verkætlan. Óli Vang hevur gjørt eitt stórarbeiði við at savna nótar, og hann hevur lisið & spælt alt tilfarið hjá mær og gjørt viðmerkingar og givið góð ráð. Eg havi ikki fylgt øllum tilmælum og ráðum hans, men eg havi umhugsað alt, og síðan havi eg gjørt soleiðis, sum eg haldi er frægast, og sum eg kundi svara fyri.
Karl Jóhan Nielsen fyri eitt yvirlit yvir hvørjir sangir í SGF brúka sama lag. Eg havi ikki fylgt hesum yvirlitið neyvt, men tað hevur verið hent sum vegleiðing.
Arvid Hansen og Flóvin Tyril fyri bíbliuforritið "Skriftin", sum eg havi avritað meginpartin av tekstinum til SGF úr - okkurt havi eg tó rættað sjálvur og annars sjálvur avskrivað úr tí prentaðu bókini og aðrastaðni.
Árna av Reyni og Niels Johannesen fyri einstakar nótar.
Jónheðin H. Tróndheim fyri telefoniska hjálp við nótaforritinum Finale 2003
Jón Gaasedal fyri at hava forritað heimasíðu mína og databasan til Sangsavnið, og fyri ótroyttiliga at hava dugnað mær við ymiskari telduhjálp.
Konu mína, Karin Louisu Leo Nicodemussen fyri stuðul og tol - eitt slíkt arbeiði krevur, at "baklandið" er í lagi, annars legst maður skjótt fyri.
Mammu mína, Sigrid Krog Nicodemussen fyri altíð at hava roynt at skilt meg, og fyri stuðlul - eisini táið hon hvørki skilti hví ella hvat ið eg gjørdi.
Kristian Martin Rasmussen, reiðara á Norðborg, og Boga Rasmussen, skipara, fyri at hava givið mær farloyvi í hálvt annað ár (2003+), so eg m.a. fekk arbeitt við hesi nótabókini.
Síðst, men ikki minst, eigur Gud alla tøkkina fyri at hava givið okkum øllum evnir til hetta ymiska, og fyri náði og umstøður til at brúka hesi evni, [samkomunum og] okkum sjálvum til gleði og verki evangeliums til frama -
Róm. 11: 35-36 :
" Hvør gav Honum fyrst,...
Frá Honum, við Honum og til Hansara er jú alt.
Honum veri dýrd í allar ævir! Amen."
SOLI DEO GLORIA