Búmerkið hjá felagnum

E.

Ein, tvær, tríggjar náttúrur

Ein, tvær, tríggjar Náttúrur

Natura in excelsis 

Blaðgrein í Dimmalætting summari/heystið 1995 
(Greinin er umskrivað og víðkað nakað, men er í høvuðsheitum sama grein)

       Ætlan mín við hesi grein er at skriva nakrar reglur viðvíkjandi teirri teologisku læruni um tvær náttúrur við atliti at begrebinum "hold" (sarx) í læru Paulusar – tó verður tað ikki "holdið" fyrst og fremst, men "náttúran" sum verður viðgjørt hesuferð – tí fari eg ikki inn á persónifiseringina av "holdinum" og "andanum" hesuferð, tað verður kanska eina aðra ferð – Henda læran um tvær náttúrur í einum og sama persóni er kend frá slíkum útsøgnum sum: ”vit skulu rokna okkum deyð at vera, men rokna ta gomlu náttúruna at vera sprelllivandi. Alt er vorðið nýtt, uttan tann gamla náttúran", etc. etc. Læran er ikki logisk og hevur ymsar variantar, og ber tí ikki til at viðgera hana til fulnar, men eg vil royna at geva eina stutta, og vónandi eisini greiða frágreiðing um, hví eg ikki kann taka undir við hesi arvalæru manna.
          Henda læran er ein blandingur av málsligum og teologiskum begrebsforvirringi, fyrst og fremst enskari misnýtslu av begrebinum Náttúra – umframt hesa er hon bygd á svíkjandi grund teologiskt, nevniliga á tað doktrineru misskiljing, at hini í paulinskari terminologi tvendu begreb Holdið og Tað gamla menniskja eru identisk. Tað eru tey ikki, eins og holdið t.d. ikki er identiskt við Tað nýggja menniskja.   

          Fyri at byrja við tí málsliga, so eru í Nýggja Testamenti í høvussheitum tríggjar orðastammur, sum m.a. á føroyskum vera týddar til náttúru, og vil eg viðgera hesi orð í raðfylgju.
          Psychikos er eitt av hesum orðum, tað merkir sálarligt (vit kenna orðið frá psykologi/sálarfrøði), og er tað eisini í donsku bíbliuni umsett so: t.d. det sjælelige menniske. Í føroysku bíbliunum, eins og í mongum øðrum bíblium – við fyrimynd úr enskum bíblium, er hetta ”umsett” við náttúrligt: t.d. tað náttúrliga likamið, og tað náttúrliga menniskjað.
      Uttan iva er Psychikos umsett við náttúrligt fyri at stuðla læruni um tær tvær náttúrurnar í einum persóni, men hetta er milt sagt ósmæðið, og hartil vágadjarvt, at laga orð Guds til eina ávísa gudfrøðiliga áskoðan – veri hon so røtt ella skeiv. Einasta føroyska orðið, sum málslig heimild er at umseta psychikos við, er sálarligt. Ein trúgvandi hevur (í neyvum týdningi) ikki so frægt sum eina sál, hann er ein sál, umframt likam og anda, sum hann ikki hevur, men er. (Sál og andi er í grundini stórt sæð tað sama, sí grein mína ”Bíbilsk Sálarfrøði” á www.ON.FO – eg komi kanska seinri at skriva eina grein um munin millum anda[ligt] og sál[arligt]). So eftir sum ein trúgvandi ikki er/hevur tvær sálir, so kann psychikos ikki takast sum ”prógv” fyri, at ein trúgvandi hevur tvær náttúrur.
       Di-psykjos í Ják.1:8 & 4:8 merkir tví-sálaður, men orðið sum ikki er kent áðrenn jákupsbræv kann ikki takast meiri bókstaviligt enn at vera hálvhjartaður ella at ríða á tveimum hestum í senn, sum øll skilja týdningin av, hóast øll? vita at bókstaviliga er hálvhjartaður ikki satt. Kjøthjarta og steinhjarta eru eisini myndir, sum ikki eru bókstaviligar, (í hvussu er ikki steinhjartað.) Annars gevur Harrin ikki kjøthjarta afturat steinhjartanum, men í staðin fyri steinhjarta, sum Hann tekur burtur - sí Ez.36:26 – ein trúgvandi hevur ikki tvey hjørtu, og heldur ikki (bókstaviliga) tvær sálir.
      Ein pre-naturellur variantur av læruni um tvær nattúrur í einum persóni, er at finna í skriftum Augustins, og uppafturtikið hjá Calvin – har eitur tað ”tvær sálir”, og skal tað skiljast sum tvey ymisk lív, sum menniskja livir í samstundis – helst er tað byrjanin av Efesusbrævinum, v.v. at liva í tí Himmalska og jørðiska samstundis, ið liggur til grund fyri hesi málisku, tvær sálir. Hjá Augustin og Calvin er tað tó ikki drivið til skisofrenar persónligheitsspaltningar, soleiðis sum læran um ”menniskjans tvær náttúrur” hevur útartað seg til á okkara døgum í  populer-kristindómi.
           Fysis/fysikos eru onnur orð, sum verða umsett við náttúru ella náttúrligt, og kenna vit aftur orðið náttúruvísindi sum heiti fyri m.a. fysik. Náttúra er rætta orðið at týða fysis/fysikos við, men kemur hetta teimum skisofrenu gudfrøðingunum við tveimum náttúrum eitt sindur tvørt fyri. Teirra nýggja náttúra má jú "ífylgi sína náttúr" vera nattúrlig…eg meini, at teirra nýggja náttúr má jú vera andalig, og kann ikki hava nakað við fysik at gera!?! Sankta Bernhard og allir hálshvítir!, leingi livi begrebsforvirringurin: hin yvirnáttúrliga náttúran, sum ikki er av náttúruni, men av Gudinum, sum hevur skapt náttúruna, og sum Sjálvur hevur tvær náttúrur…Hjálp!…Hesin  sami Gudurin hevur skapt tilveruna, alt sum er til (Jóh.1:3), og eg verði skýrdur gudsavnoktari, tí eg avnokti, at Hann (YaHWeH) er til (Jer.5:12. V.D.ums.), og sostætt er partur av tilveruni, sum Hann hevur skapt…"TOHU-VA-BOHU, Seg Sjálvan skapar Elohim"  (J.H.O.D.). Sjálvgjørt er vælgjørt – skapa tær, tað er náttúrligt!?!
         Orð Pæturs um tað gudómligu náttúruna, mugu skiljast í sínum samanhangi. Guddómlig náttúra (fysis) er eitt religiøst begreb, sum tátíðar griksk religiónsfilosofi brúkti, og sum Pætur nýtir, uttan at hefta seg við logiska málvísindi; hvussu skal ein í heila tikið greitt kunna umrøða ”náttúruna” hjá Einum yvirnáttúrligum? (Ein tankaflýggjan: Hin Gudurin, hvørs armur kom Honum til hjálpar; hvussu nógvar armar hevði Hann áðrenn hjálpina?, og aftaná hana?)
         Annars lovar Pætur ongum at fáa náttúru Guds – tá hevði Gud noyðst at givið hana frá sær (um Pætur væl at merkja, ikki hevði lovað hana burtur í heimildarloysi), men Pætur tosar um, at menniskju, sum hvør sær hava eina menniskja-náttúru, tey hava saman "fingið lut í" gudómligari náttúru. Eg vil ikki sleppa tonkunum á strok her, men kann siga so mikið, at talan er ikki um persónligheitsútskifting men um samfelag; og talan er so avgjørt ikki um nakra ”øvugta inkarnatión”, har Gud blívur menniskja so vit menniskju blíva Gud (onkur kirkjufaðir hevur okkurt sitat, sum kann bronglast tann vegin - vit vita ikki rættiliga hvat hann meinti. Henda læran um ”øvugta inkarnatión” spøkir fram av og til í dag eisini). Eg vendi kanska aftur til hetta í seinri grein. Lat meg tó sláa fast, at andin hjá einum endurføddum er ikki Heilagi Andin, men sami andin, sum hann hevði áðrenn endurføðingina – vit blíva ikki ein 1/3 ”gud” í endurføðingini.
          Genesis er uppaftur eitt orð, sum verður umsett við náttúru. Hetta orðið kundi verið umsett við føðingar (eintal/hvørs-ella hvørjumfall) ella tað sum hoyrir føðingini til, og nærka vit okkum nú tí latínska og vanliga týdninginum av orðinum natura, sum merkir viðføddir eginleikar. Áðrenn eg sleppi orðinum genesis, vil eg siga, at genesis  kann týðast við náttúru – um tað so er eitt vælvalt orð, er ein annar spurningur, sum eg ikki vil taka støðu til her. Í hvussu er kann grikska orðið genesis (føðingar) ikki góðtakast sum prógv fyri, at ein endurføddur persónur hevur tvær náttúrur. Ein slíkur hevur ikki tvær føðingar sambært bíbilskum málbrúki. Sjálv máliskan "endurføðing" vísir jú til, at persónurin ikki er livandi í kraft av tveimum føðingum (so skuldi tað itið dupultføddur ella tvíføddur), men at hann er deyður (krossfestur við Kristusi) aftan á fyrru føðing sína, og er síðan føddur av nýggjum. At stórur partur av teimum ”evangeliskt trúgvandi”, sum hava "brotið inn í arv Guds og sett merki síni upp har", als ikki eru endurfødd, broytir einki – tey hava eisini eina føðing. At blanda tað biologisku og tað andaligu føðingina (endurføðingina) saman og tosa um tvær føðingar, t.v.s. tvær náttúrur, er begrebsforvirringur. Endurføðingin er ikki føðing í sama týdningi sum hin biologiska, men ”føðing” í yvirførdum ella myndaligum týdningi, og so avgjørt ikki í matematiskum týdningi 1+1 føðing = 2 føðingar. Annars roknar Gud eina føðing ikki í kraft av tí biologisku mammuni, men í kraft av tí juridiska faðirinum, í hesum førinum annaðhvørt gamla Adam ella seinra Adam, Kristusi – eg vendi aftur til tað gamla og nýggja menniskja í samband við holdið (sarx).
          Latínska lániorði Natura merkir sum áður nevnt viðføddir eginleikar, eginleikar sum sermerkja ein persón ella eitt fólk t.d. italienarar eru illsintir, japanarir eru raskir, skotar eru gírigir, hetta er teirra náttúra,  um  so er at áðurnevnda lýsing (generalisering) er røtt. Her er begrebið náttúra at meta sum identitetur, hóast identitetur hevur breiðari týdning, men hetta er so fremmandaorðið natura í ein jákupsskel. Tað sigur seg sjálvt, at ein persónur kann ikki vera sermerktur av tveimum mótstríðandi sløgum av eginleikum – ein slíkur hevur í veruleikanum ikki tvær, men onga sermerking. Bæði millum óendurfødd og endurfødd, eru nógv ymisk sløg av fólki, originalar íroknaðir, men tað sum sermerkir hin óendurfødda er, at hann verður leiddur av tíðarandanum í hesum heimi, meðan hin endurføddi verður leiddur av Anda Guds (EF.2:2 & Róm.8:14).
         Eingilsmenn misnýta begrebið náttúra í so breiðum týdningi, at øll fyribrigdi ella sløg av eginleikum vera kallað náttúra (the natur of my job is writing), og tosa teir um begrebi náttúra, tá ið teir umrøða begrebið Begreb (ja, tú las rætt). Um ein skal brúka orðið náttúra í so breiðum týdningi, so kann ein væl tosa um tvær náttúrur  hjá einum persóni, men so er eingin grund at steðga við við tveimum náttúrum. Paulus hevði t.d. minst tríggjar náttúrur í hesum ”týdninginum” av orðinum náttúra, nevniliga tað gomlu náttúruna t.v.s. teir negativu eginleikarnar, sum syndafallið førdi við sær, tað nýggju náttúruna t.v.s. teir positivu eginleikarnar, sum endurføðingin førdi við sær. Og umframt hesar báðar hevði hann eina Zelotiska náttúru, sum hvørki var góð ella ring (í sær sjálvum). Áðrenn hann varð umvendur var hann íðin fyri lærdómum fedra sína (Gal.1:14), og eftir umvending sína var hann íðin til góð verk (Tit.2:14). Hetta var hansara náttúra, men táið hin gamla náttúran og hin nýggja einki hava við hvørja aðra at gera, og einki av tí gomlu náttúruni verður upptikið í tað nýggju, so má henda zelotiska náttúran verða ein triðja náttúr – vit kundu sjálvsagt funnið enn fleiri ”náttúrur” hjá Paulus, men hetta skuldi verið nóg mikið til at víst, at fer ein út um eina nattúr hjá hvørjum persóni, so er eingin sjálvsøgd grund til at steðga við tveimum náttúrum.
         Vit kenna flest øll tað ”nýevangeliska” líknilsi um grísin, sum loypur í runudíki og lambið, sum roynir sítt ítasta at sleppa úr runudíkinum – soleiðis eru teirra náttúrur, tí gera tey tað, sum náttúra teirra leiðir tey til (tey hava ”bert” eina náttúru hvør). Billy Graham sigur í traktatini ”Tín avgerðarstund” um tann religiøsa mannin, sum verður avdúkaður sum ”grísur”, at ”Hansara sanna náttúra kemur fram. Hví? Tí hansara náttúra er ongantíð broytt”. Eina sponn av orðum fremri í somu traktat sigur hesin sami Billy, at ”Frelsa er…ikki ein broyting av náttúruni”.  Annars lærir Billy Graham aðrastaðni, at ein endurføddur hevur tvær náttúrur. Hetta vil, um Óli Nicodemussen skilir logik, siga tað, at lambið hevur í sær eina seyðanáttúru og eina svínanáttúru. Harav fylgir, at lambið kann liggja á grønum eingjum ella velta sær í skarninum, alt eftir hvat hugur er til – bæði eru líka náttúrligt – tað hevur jú tvær náttúrur.
         Sambært ”mammuteologi”, popteologi og øðrum variantum av pelagiismuni (læruni um frían vilja) so verða børnini fødd óspilt t.v.s. uttan tað forderv, sum ein vanliga setur í samband við ”ta gomlu náttúruna”.  Skal mann taka hesa læruna um børnini  ”so óspilt og reint var títt hjarta” í álvara, so merkir hon – sambært ”tvey náttúru” terminologi - at børnini vera fødd uttan arvasynd við einari ”nýggjari” syndleysari náttúru, sum so eldist og fordervarst av heiminum (verðini) og illamanni til eina gamla náttúru eftir teimum fáu árunum sum barndómurin varir. T.v.s. at doyggja børnini í móðirlívi ella skamt aftaná so hava tey eina syndleysa náttúru sum er identisk við tað nýggju náttúruna!?!, og at tann nýfødda nýggja náttúran hjá tí óspilta barninum broytist til eina gamla náttúru við árunum, men tann gamla náttúran kann ikki broytast aftur til eina nýggja náttúru – tá má menniskja fáa eina nýggja náttúru afturat tí gomlu náttúruni, sum tað ikki sleppur av við aftur (t.v.s. tað gomlu náttúruna), men henda ”nýggja” nýggja náttúran kann ikki eldast aftur – hon verður verðandi saman við tí gomlu náttúruni.
      Annars er tað løgi, at vit skulu kunna klára at halda tí gomlu náttúruni niðri, táið Gud ikki kláraði at beina fyri henni. Vit kunnu sjálvandi biða Gud um at hjálpa okkum, men tá Gud ikki kláraði tað sjálvur, hvussu skulu so vit klára tað við Guds hjálp, eru vit sterkari enn Gud? (1.Kor.10:22)
Hvør er annars tann gamla náttúran:
       Er hon vit, var tað so ikki okkum, ið Kristus kom at frelsa? Um Kristus ikki kláraði at frelsa okkum, hví royndi Hann tað so, er Hann ikki alvitandi? Er hon ikki vit, hví so hugsa meiri um hana?

Hvør er tann nýggja náttúran?

       Er hon Gud, eru vit so Gud? Er hon vit, vóru vit so til, áðrenn vit "fingu" hana? Um tann nýggja náttúran er fødd av Gudi, so hjálpir tað ikki okkum stórvegis, vit eru framvegis ófrelst, t.v.s. í syndum okkara. Um vit eru bæði tann gamla náttúran og tann nýggja náttúran, so verða vit bara hálvavegna frelst, tí Gud kláraði ikki at frelsa tað gomlu náttúruna – hon var verri enn so – sigst. Um vit hvørki eru tann gamla ella tann nýggja náttúran, hvørji eru vit so?
Hvønn doyði Harrin Jesus annars fyri?
       Tað kundi neyvan vera tað nýggju náttúruna, hon er ikki umfata av syndafallinum – sigst. Um "Hin Alvaldi?" Gud ikki kláraði at frelsa okkum og broyta náttúru okkara, hví í Jesu navni konstanteraði Hann tað ikki áðrenn Hann byrjaði – er Hann ikki Alvitandi?, ístaðin fyri at troytta bæði okkum og Seg sjálvan, við at:

  1.  Royna  (undir lógini?),
  2. konstantera, at ”den går nok ikke”,
  3. og til seinast og síðst at geva okkum eina nýggja náttúr, sum ikki rættiliga er vit, men sum Gud kann ”spæla” er vit ???

       Tað verða persónar og ikki náttúrur, sum skulu gera Gudi roknskap fyri seg og sítt lív, og har hjálpir eingin "góða mamma, tað var ikki eg, tað var tann gamla náttúran". Ætlanin við læruni um tær tvær náttúrurnar var upprunaliga, og er væl enn, at forklála. Men henda læra, sum nú hevur mist tað grundstøði í skriftini, sum hon upprunaliga hevði, hon forvirrar meiri enn hon forklárar. Hon er farin "veg Káins", tann veg, sum allar teologiskar parafrasir fara, táið tær missa uppruna sín burtur, og verða yvirtiknar av seminaristum.
          Annars umfatar sáttargerð Kristusar og endurloysing Hansara allan persónin, og har verður eingin ”gomul náttúra” í einum endurføddum, sum Kristus ikki kláraði at frelsa, og sum hann tí má royna at hungra sum frægast sjálvur. Tað eru ikki vit sum heilaggera okkum, tað er Hin sami, sum rættvísger okkum og dýrdarger okkum.
         Ein grund til at læran um tvær náttúrur er so nógv útbreidd í dag, er at nógvir talarar hvørki duga ella tora at prædika evangeliið (summir av hesum kenna tað heldur ikki), og so fella teir aftur á tað ”tryggu” lóglæruna í besta adventistastíli: Vit eiga at skikka okkum pent og ikki føða tað gomlu náttúruna – Frels teg sjálvan, Gud klárar tað ikki einsamallur.
         Men høvusgrundin til útbreiðsluna hjá hesi læru er, at hon verður brúkt sum ein teologisk neyðlygn, fyri at forklára hvussu teir ”hópevangeliseraðu” skararnir, ið verða ”umvendir” við sálarligari manipulatión, sunnudagsskúlar hjá stats- og fríkirkjum, barnadoypt millum 0 og 10 ár o.s.fr. o.s.fr. kunnu hava Anda Guds, og harvið tað nýggju náttúruna, tó at hvørki tey sjálvi ella nakar annar hevur sæð nakað sum helst til henda góða Anda í lívi teirra.
      Táið so skriftlærdir menn fara at tosa í ramasta álvara um at føða gamlar og nýggjar náttúrur (vísandi til Kol.2:23?) sum um tað vóru hundahvølpar, tá meldi eg ”pass!”. Eg vil mæla hesum monnum til at leggja øll begreb frá sær og fara at geva urtapottunum hjá konuni – meðan teir hugsa sínar egnu tankar (ikki enskar standard klichéir), og hugsa teir grundiga ígjøgnum – Og síðani at fara at prædika orð Guds ”sum orð Guds”(1.Pæt.4:11), ístaðinfyri at geva tí meðalhampa religiøsa menniskjanum tað fatan, at tað hevur eina nýggja andaliga náttúru, sum tað einki kennir til sjálvt, líka lítið sum tað kennir Kristus.
         Tann gamla náttúran hevur lænt sítt ”gamla” frá tí gamla menniskjanum (Ef.4:22), samstundis sum hon verður brúkt sum synonym fyri holdið. Hetta hevur bara tað problemið, at tað gamla menniskja og holdið eru tvey ymisk begreb, sum í grundini einki hava við hvørt annað at gera, hóast tey lutvís umrøða somu persónar og viðurskifti. Gud kann gaman í vera gávumildur, men Hann hevur ikki givið okkum tvey ymisk begreb bert fyri at variera málið í tekstinum, og táið so gudfrøðingar hava givið okkum eitt triðja begreb, sum fløkir hini bæði og onnur saman…innvortis/útvortis menniskja, syndalikami, verðsligheit, av heiminum, verøld, heimur, tímuligt…Demonar stýra týðarandanum, tíðarandin er verðsligur, verðsligheit er holdlig, holdligheit er náttúrlig fyri ein trúgvandi, Summa sumarum: Ein trúgvandi er demoniskur!?!…Segði nakar at Hegel var deyður?…Sola scriptura, brøður! Begrebini holdið og tað gamla menniskjað eru so væl isoleraði í Skriftini, at tað skal meiri enn Hegel til at mediera tey saman – gera eitt av báðum, og bróta niður millumgarðin, ið skilir sundur, logikkin.
         Well, back to the nature. Bardagin millum tað gomlu og tað nýggju náttúruna er at skilja sum stríð millum tvey ymisk sløg av lívið (natura = lívseginleikar), og kann eg í grundini góðtaka hugsanina í sínum uppruna, hóast tann nýggja náttúran er eldri – hon hevur uppruna sín í tí æviga Gudi, og tann gamla náttúran er yngri – hon hevur uppruna sín í eini skaptari veru, Satan.
         Men hetta er so tað aldargamla temaði: stríðið millum ónt og gott, og tvey náttúru læran er nakrar teologiskar variatiónir yvir hetta temaið, undir ávirkan av dualismu og misskiltum skriftstøðum, t.d. “í holdi mínum býr einki gott” (Róm.7:18), men hvar býr andin (mín endurføddi andi og Heilagi Andin), um ikki í holdinum?, likam okkara er tempul heilaga Andans (1.Kor.6:19) – “Andin er fúsur [til tað góða] men holdi er veikt” (Matt.26:41), men ikki veikari enn so, at Gud ikki fekk bøtt um tað, Hann kláraði tað ikki, sigst. Bardagin millum ónt og gott gongur fyri seg í andaheiminum og millum menniskju, men hjá menniskjanum – trúgvandi ella ikki – er bardagin harafturat inni í menniskjanum, við tað at einki menniskja er absolutt gott ella ónt, men bert relativt. Uttan at koma inn á rættvísgeringina, umvending og onnur ”tung” hugtøk, so vil eg runda av við siga, at Gud gjøgnum lívið og við lívinum tvingar øll menniskju til at taka støðu í hesum bardaganum: annaðhvørt tað góða – rættvísin, ella tað ónda – órættvísin, og so sita vit eftir við einari høvuðslívsdrívkraft, natura.  
         Um begrebini tað gamla menniskjað og tað nýggja menniskjað er stutt at siga, at tey eru eksklusiv, soleiðis at skilja, at øll menniskju eru annaðhvørt í øðrum ella hinum, og eingin er í hvørgum, og eingin er í báðum.
         Tað gamla menniskjað og tað nýggja menniskjað eru teologiskt at meta sum tveir juridiskir persónar – tveir ættarfedrar, og Gud hevur rætt og slætt býtt mannaættina upp í tvey. Hann roknar øll menniskju aftaná syndafallið sum havandi Adam til faðir, verandi í honum, og verandi eitt við hann. Frároknað tey, sum Hann í æviga ráði Sínum (uttan hjálp frá popprædikantum við ”fríum” vilja) hevur útvalgt at gerast lík mynd Sonar Síns. Hesi roknar Hann sum synir Sínar, verandi í Kristusi, havandi arvarætt við Honum.
          Tað gamla menniskjað er sostatt fyrri (gamli) Adam, og í víðari týdningi tað sum synir hansara eru í kraft av honum.
          Tað nýggja menniskja er í djúpasta týdningi Kristus Jesus, hin seinri Adam, sum ættarfaðir fyri tí nýggja gudsmenniskjanum, og í víðari týdningi tað sum samarvingar Hansara, børn Guds, eru í kraft av Honum. 

      Tað "nýggja menniskja" er "skapt, hvat í ævigi Sonur Guds ikki er, men Kristus sum typologi bestendur av "limum", sum eru (menniskja-) skabningar. Hann er høvur, og vit eru "limir Hansara". Nakað annað er so tað, at Jesus sum menniskja ikki er ævigur, men partur av skaparverkinum, ein sálarligur/biologiskur eftirkomari Adams, men ikki juridiskt. "Orðið varð hold" - Orðið er ævigt, men Holdið "bleiv til"

          Holdið er tað, sum menniskja, ónt ella (relativt) gott (eventuelt religiøst) er í kraft av sær sjálvum, millum syndafallið (hjá Adam) og uppreisnina (hjá einum og hvørjum, sær), uttan at vera (beinleiðis) leitt av Gudi ella Satan, men yvirlatið til sín sjálvs. Um tað er ein katolikkur, animistur, agnostikari, evangeliskt trúgvandi (hvørjum evangelii, hann so trýr), reformeraður, ateistur, buddistur, ella hvør tað so er, sum handlar í kraft av sær sjálvum (egnum mátti), ein slíkur er sambært paulinskari terminologi, hold (Róm.7:18). Hetta er tað nærmasta, ið  vit koma tí fría viljanum hjá menniskjanum millum syndafallið og endurføðingina: Menniskja í kraft av sær sjálvum – Holdið. Gal.5:19-21 er t.d. ein lýsing av, hvussu holdið gevur seg til kennar; menniskju – ikki demonisk ella (heiløg) andalig, men menniskju í kraft av sær sjálvum. Orðið hold/kjøt verður brúkt í breiðari týdningi í Skriftini, men hetta er greiðasta definitión, sum eg kann geva av teologiska hugtakinum holdið (sarx) í paulinskari terminologi. Eg kenni, sum er, ongan, ið (eftir mínari meting) hevur givið eina greiðari lýsing, men eg hoyri fegin frá einum slíkum.
      Ein endurføddur vil, inntil hansara sálarliga likam er vorðið (ikki umskift við, men sí Fil.3:21) umskapt til eitt andaligt likam í uppreisnini, og hann er vorðin dýrdargjørdur (sí Róm.8:23), í ávísan mun vera holdligur, men gudsótti hansara og Heilagi Andin, sum í honum býr, gera tað ómøguligt hjá honum at vera reindýrkað hold.
         Annars hevur Gud ikki skapt okkum bara sum anda, sum tann gamla dualisman lærdi, sum kristindómurin fekk blandað upp í seg frá grikskari filosofi, og sum var ein avgerandi fyritreyt fyri sølibati og klosturlevnaði í miðøldini. Henda læran, sum er fremmand fyri bíbliuni, um at menniskja er ein andi, sum hevur eina sál, og sum býr í einum likami – henda læran er livnað uppaftur í ”Lívsins Orð” og líknandi víðgongdum karismatiskum rørslum í okkara tíð. Bíblian lærir okkum at vit eru (ikki hava) likam, sál og andi (3), ella andi og hold (2) umframt aðrar bólkingar, sum vit lata liggja her, og Gud ætlar okkum ikki at vera bara sálarlig ella bara hugsa um henda heim og foldarlívið her – hóast vit eisini skulu vera/gera tað – Men Gud vil at vit skulu æra Hann sum “andi og hold” (2.Kor.7:1) og liva í tí himmalska og jørðiska samstundis. Tað er bert ein millummaður millum Gud og menniskju, menniskja og Gudurin Jesus Kristus, men okkara uppgáva sum børn Guds er at lata okkum í tað nýggja menniskja, Kristus og virka saman við Honum í at umboða Gud fyri menniskjum og menniskju fyri Gudi, Faðir okkara – hetta sjálvandi uttan at vit halda uppat við at vera menniskju t.v.s. andi og hold. Um Gud ynskti okkum at vera andi, og bert andi, so hevði hann ikki ómakað Sær við at skapt okkum sum likam, og sett okkum í ein materiellan heim. Um forgeingiligleiki var í (jarðar-) heiminum áðrenn syndafallið hjá Adam, orsaka av syndafalli einglanna – Eden rakk ikki út um alla jørðina, veit eg ikki við vissu – tað er neyvan sannlíkt, haldi eg (sí Róm.5:12), men heimurin, sum vit kenna hann, hevur so altíð veri materiellur, og var tað langt áðrenn onkur filosofur fekk tann tanka, at materian var av tí ónda. 
Viðmerking: Um ”gap” teoriin hjá teimum gomlu brøðrunum passar (tað eru aðrar gap-teoriir eisini), so hava avleiðingarnar sum ”gapið” hevði fyri jørðina verið burtur, táið Gud segði (sá), at alt var gott, og Gud hvíldi á sjeynda degi.
      Veitast mær stundir og umstøður, ætli eg mær seinri at skriva ein grein um hugtakið hold – rúm er ikki fyri henni her, við tað at hon krevur, at nortið verður við anda/hold problematikkin (harundir individ/eksemplar), anda/sál/likam, syndafallið, uppreisn likamsins o.s.fr. Um eg skrivi greinina um holdið v.m., so ætli eg mær at tríva í aftur náttúru-problematikkin t.d. dupultleikan í náttúru menniskjans, trúgvandi sum vantrúgvandi. Og, hvør veit, kanska í eini grein um endurføðingina at viðgera hví Abraham og aðrir góðir gudsmenn áðrenn pinsadag ikki kundu hava tað "nýggju náttúruna" í tí týdninginum, sum teologar í dag tosa um hesa andaligu ”náttúru”.  Í samband við endurføðingina, komi eg helst at umrøða tann ”fría” viljan, sum Erasmus við hondum Melanchtons fekk smuglað inn í kristindómin – "bag Luthers ryg", og sum flest allir pop-prædikantar hava gingið og jótra síðani. Tó, ráð Guds og útveljing Hansara standa føst.
         Eg vil enda hesa grein við at siga, at hon er ikki ætlað sum álop á nakran ávísan persón ella teologiskan rætning – ein og hvør kann fyri mína skuld halda seg hava so nógvar náttúrur, sum viðkomandi hevur hug til – men hetta er so mín uppgerð við eina læru, sum eg havi kannað, og funnið at vera í stríð við sannleiksorð Guds, tá ið hon verður drivin nóg langt; og í sínum upprunaliga og mildasta formi er hon begrebsforvirringur.
         Eg postuleri hervið "eks kathetra", at ein trúgvandi hevur ikki tvær náttúrur, heldur enn nakar annar, men eg sigi sum C.H. Spurgeon, at náttúra okkara bleiv broytt, táið vit komu at kenna Kristus Jesus, Hann sum hálovaður er í allar ævir! Amen, amen! 

Epilog

Natura naturalis

      Miðskeiðis í fyrru helvt av juli mánaði 1995, norðan fyri øll hitastig – eygleiðandi eina ísbrúgv – til eftirtanka: 

Hvør kuldi er størri, tann sum er í náttúruni ella tann sum er av náttúruni?

'Hvat er verri, húsakuldi ella hjartakuldi...

Ói Nicodemussen