Sang.fo.
... _ _ _ ... SANG.FO fer á flog 2. desembur ... _ _ _ ...
Heimasíðan SANG.FO er eitt heildarsavn av føroyska sang- og sálmaskattinum við tilhoyrandi løgum
Ætlandi verða allir føroyskir sangir í almennari umferð við í savninum - um teir ikki verða steðgaðir av upphavsrætti
- Tekstirnar skrivi eg inn - kopieri, um eg havi teir digitalt ella OCR - og rættlesi
- Teir tekstir, sum eg kenni lagið til, koma við tíðini eisini at hava akkordir inni í sangtekstinum
- Nótarnar skrivi eg niður sum PDF í originalari besifrings-útseting av mær
- Løgini/melodiirnar innspæli eg sjálvur sum MIDI
XML bíðar fyri fyrst -
tað kemur seinni, tá/um fíggjarstøðan hjá SANG.FO loyvir tí (vónandi komandi ár)
EYKA - táið heimasíðan er útbygd við m.a. XML
Har, ið tað er viðkomandi, er ætlanin at hava varieraða harmonisering í nótunum (PDF og XML) t.v.s.
- eina normala standardútseting
- eina foreinklaða útgávu av standard (skravað til minimum)
- eina útbygda útgávu av standard (í sama stíli)
- omanfyrinevndu verða allar tríggjar í einari nótafílu
- harumframt ein til fleiri alternativar harmoniseringsvariantar í einari nótafílu (tað mesta verður ólsk harmonisering, men eg taki fegin ímóti harmoniseringum frá evnagóðum kreativum spælarum)
Harmonisering av tekst-akkordum og MIDI-fílum
- Akkordirnar í sangtekstunum verða normal standardútseting
- Innspældu MIDI-fílurnar verða gott og væl standardútseting, og "kryddaðar" ad. lib., men liggja so tætt at akkordunum kortini, at tað kann brúkast saman
- Helst verða alternativu harmoniseringsvariantarnir við tíðini eisini innspældir sum ein MIDI-fíla fyri allar variantarnar umframt standard MIDI-fíluna t.v.s. tvær MIDI-fílur pr. sang, har sum ein ella fleiri variantar eru
AKKORDYVIRLIT
Umframt tal-akkordir, ið stórt sæð geva seg sjálvar: 2 (add9), 4 (add11), 5 (powerchord - reinur kvintur uttan tónakyn, dur ella mol) og 6 (add6), so verða hesar akkordir brúktar og skrivaðar soleiðis:
- sus kann merkja bæði sus4 og sus2 (2sus4 merkir bæði), men vanliga er viðmerkt sus4 ella sus2 (um mann ivast, so er tað helst sus4)
- m er mol
- M er Maj7 (M9 er Maj7 við 9 afturat)
- Δ er eisini Maj7 (Δ9 er Maj7 við 9 afturat)
- mM er mol við Maj7 t.v.s. stórum septimi afturat
- mΔ er eisini mol við Maj7 t.v.s. stórum septimi afturat
- o er dim7 (vanliga dim-akkordin)
- ø er hálvforminskað dim7 (um tú ikki veitst, hvat ið tað er, tak so bara ein vanligan dim)
- + er sama sum aug ella #5 t.v.s. ein forstørraður kvintur í dur
- - er sama sum b5 t.v.s. ein forminskaður kvintur í dur
Yvirskipað um akkordir
- Um ein ivast (og tað ikki stendur m fyri mol), so kann ein í flestu førum hjálpast við einari vanligari dur-akkord - og um tað ljóðar heilt skeivt (tí tað eigur at vera o ella ø), so leypir mann stillisliga ta akkordina um.
- 6/9 verður noterað 6'9 ella 2'6, um hon verður brúkt í sangtekstinum
- 7 (septimur) er altíð lítil 7, um tað ikki er viðmerkt M ella Δ - tá er tað stórur septimur
- 9 er íroknað 7
- 11 er íroknað 9 og 7
- 13 er írokna 11 og 9 og 7
Eitt sindur eyka til pedantar og nørdar og forvitin fólk
- Ein skrástrika / aftan á akkord merkir, at annar basstóni enn grundtónin er tilskrivaður t.d. C Fm/C (C-dur skiftir til F-mol, men C-tónin verður liggjandi sum bassur) - ein slíkur alternativur bassur nýtist ikki at vera partur av aktuellu akkordini. Onkuntíð heldur akkordin fram, men basstónin skiftur t.d. C C/H Am Am/G F
- Um sami bassur verður liggjandi t.d. eitt heilt ella hálvt ørindi (í hvussu er fleiri akkordir), so kallast tað Orgulpunkt, og so hevur bassurin sum so einki forhold til akkordirnar annað enn, at hann verður spældur samstundis - hetta gevur spenning í musikkinum og verður nógv brúkt av organistum. Dømi: C Dm/C Cm G/C F/C Fm6/C C2 C
- Tað eru aðrar akkordir enn hesar, ið ein kann møta í nótum, og onkrar verða skrivaðar nakað øðrvísi sum besifringar í nótum, men hesar eru akkordirnar, sum eg havi fingið programmørin at innarbeiða í sangtekstin á henda hátt, og tað nøktar væl og virðiliga tað, sum verður aktuelt her - annars klárar programmeringin eisini Maj maj min dur mol dim aug add, sum eg tó neyvan komi at skriva sjálvur - men onkur sangur í savninum, sum onkur annar hevur skrivað, hevur onkrar av hesum akkordum
- Onkur av akkordunum í savninum ljóða musikalskt rætt soleiðis, sum tær eru skrivaðar, men niðurskrivingin er stundum musikkteoretisk skeiv smb. funktiónsharmoniskari analysu. C/G er t.d. stundum teoretiskt ein G akkord sum "bíðitóni", dominant-kvartsekst-forudhold til tonika C, ikki ein C-dur akkord við G sum basstóna - men tað er so tað, sum mann skrivar og spælir t.v.s. C/G
- Dur2 og mol2-akkordir eru í grundini eisini ofta undansløg (forslag), har ið primurin kelar sekundin ávegis heim - nakrir av okkum organistum eru stórforbrúkarar av hesum, men hetta er ikki fremmant fyri jazz-pianistar heldur
- At enda kann eg so nevna, at vit rokna við trimum høvuðsakkordum í hvørjari tónaart (speiskliga sagt "streingjakórútseting" ella "country-stílur"). í C verða tað so C, G og F - og D, fjóra akkordin, ið onkuntíð er neyðug, kallast har veksildominantur - ofta er hon við septimi t.v.s. D7
Arbeiðsleisturin fyri SANG.FO
komandi árini er runt roknaður hesin
- Sangtekstirnar, ið eg havi digitalt, leggi eg út sum ítriv við tí ferð, ið passar mær frægast
- Tað, sum skal skrivast ella innspælast, geri og leggi eg út leypandi í lutfalli til tann stuðul, ið eg fái til arbeiðið
Hetta merkir í stuttum, at
- Sangtekstirnir, ið eg havi á telduni - ella eg fái frá øðrum - koma í sangsavnið á SANG.FO í einum áhaldandi streymi leypandi sum eitt ítriv hjá mær, ið verður raðfest millum tey ítriv, ið eg havi frá tíð til aðra
- Musikkarbeiðið t.v.s. við Akkordunum inni í sangunum, Nótum og Ljóðfílum (PDF, MIDI, XML v.m.), verður í høvuðsheitum leypandi gjørt lutfalsliga fyri tann stuðul, ið eg evt. fái - tað verður bert í lítlan mun gjørt sum ítriv
Tó skal sigast, at
- Tekstarbeiðið - við sangunum, verður gjørt skjótari, um eg fái ein rímiligan stuðul til arbeiði - av tí einfaldu grund, at so kann eg seta meiri tíð av til tað
- Musikkarbeiðið - við Nótum og Ljóðfílum (og Akkordum, sum byggja á skrivaðu nótarnar), verður hóast alt í lítlan mun gjørt sum ítriv - men tað er also bara í lítlan mun
Hinvegin ætli eg mær at putlast við hetta so leingi, sum eg havi lív og heilsu, so tað, ið er komið út á heimasíðuna, kann væntast at verða liggjandi fyri eftirtíðina - men tað, sum eg geri um nógv ár, fær eingin nakra nyttu av nú
- Sangarbeiðið, ið eg ætli at gera, verður í høvuðsheitum alt gjørt - við ella uttan stuðul - um eg livi nóg leingi og eri arbeiðsførur. So har er tað mest ein spurningur um, hvørt ítriv á 20-30 ár kundi verið gjørt við hóskandi stuðli á 2-3 ár
- Musikkarbeiðið, ið eg ætli at gera, verður meginparturin ógjørt, um tað bara verður ítriv - men treyðugt so, nakað verður gjørt, um eg livi nóg leingi - men tað verður kortini ein viðfáningur av tí, ið eg komi at gera við nøktandi regluligum stuðli
BRÚKSRÆTTINDI
SANG.FO er ókeypis at brúka og tað er loyvt at kopiera tilfar av síðuni til egna nýtslu, gudstænastur og framførslur o.tl. - men ikki er loyvt at endurútgeva tilfarið í prenti ella digitalt uttan skrivligt loyvi frá teimum, ið eiga rættindini
STUÐUL
Henda heimasíðan er gjørd við peningaligum stuðli frá fyritøkum og privatpersónum.
Samlaði stuðulin higartil hevur gjørt tað møguligt at gera hesa heimasíðuna í tí skapi, sum hon er í nú - og hann nøktar raksturin í eina tíð framyvir
Um stuðulin verður nøktandi framyvir, so verður SANG.FO útbygd við m.a. dynamiskum XML
Um stuðulin verður lítil ella eingin komandi árini, so heldur henda heimasíðan tó fram í verandi skapi sum eitt ítriv hjá mær
Tað var ikki gjørligt at byrja við tí útgávuni, ið eg ætlaði av SANG.FO í fyrstu atløgu, tí hon bleiv ov dýr
Men hetta er tað, sum varð gjørligt at byrja við í 2024, og so taki eg restina hiðani frá
Kontunummar hjá SANG.FO, um onkur hevur hug at stuðla verkætlanini hendingaferð ella regluliga, er: 9181 0005736546
Argir, á heysti 2024, Óli Nicodemussen