Yrkingar.
Snøklar
Gangandi á vatninum, sum ikki gongur
Ver sterk mín sál á køldu sjóarferð,
har vatntrúgvin til váta vantrúgv verður
og ivin klæðst í burturkláring her
og køvt av karmi trúarálit terir.
Verð holl í huga sál mín - stand tú stinn
og leita tær á grundað lendi inn!