Búmerkið hjá felagnum
09. aug. 2026

Táið orðið fær kraft,.

er tað mergjað saft

Tað er sjáldan, at eg lurti eftir gudstænasu í útvarpinum - vanliga eri eg á møti sjálvur og tískil fái eg ikki lurtað beinleiðis...og sjáldan er tíð aftaná, tí tað er so nógv annað, ið mann eisini skal gera og lurta og hyggja og lesa - og heldur ikki fær stundir til...

Men í morgun var arbeiðið hjá mær at koyra ein biltúr "i embeds medfør", so eg setti bilradio á KVF (plagi at sappa sum frægast ímillum ymisku rásirnar), men eg legdi merki til beinanvegin, ið eg hoyrdi prestin prædika (kom mitt inn í taluna hjá honum), at hetta var ein trúgvandi maður, ið kendi sín Gud og Hansara orð - og rættiliga skjótt fataði eg, at hetta var ein óræddur Harrans tænari, sum boðaði evangeliið greitt og týðiliga - og ballaði einki inn...

At Símun Persson Jacobsen, prestur, samstundis er retoriskt væl fyri og prædikan var væl skipað, gjørdi hana bara so mikið betri - og sum bonus oman á alt, so evnaði hann at siga alt, ið sigast skuldi - og kortini helt hann óneyðugar kantar burtur, sum kundu skøvað meiri heildina, enn teir høvdu gagnað henni....

Takk fyri boðskapin, Símun Persson Jacobsen!

https://kvf.fo/ljod/sending/gudstaenastur-i-utvarpi?sid=211691

Óli Nicodemussen

PS: Tað irriteraraði meg tó ikki sørt, at Persson Prestur kallaði parafrasuna hjá gjáarbispi fyri eina bíbliutýðing - men endurgivni teksturin frá nevndu bók var kortini á eini leið...