Búmerkið hjá felagnum
28. mar. 2026

NEWSPEAK.

Ó-DEMOKRATIA

Tað virkar stívliga NEWSPEAK, at ein felagskapur kallar seg DEMOKRATIA, táið sami felagskapur ikki viðurkennir demokratiska rættin hjá fólki at velja tann, ið tey vilja hava valdan - og so royna tey við heilavaskan (sum hevur tað positiva orðið: Hugburðsbroyting) at umprogrammera fólk til at velja tað, sum tey vilja hava valt.


PS: Um mann skal manna Løgtingið eftir kvotum, so skal mann avskaffa demokratiskt val og lata eina statistiska teldu útnevna fólkini - so verður tað mannað við tí umboðan av
kvinnum,
monnum,
ungdómi
miðaldrandi
gomlum,
útbúnum,
ófaklærdum o.s.fr.
ið mann nú einaferð hevur ásett at vera representativt

PPS: Minnir annars eitt sindur um kommunismutíðina - um nakað t.d. eitt land ella eitt aðalráð ella projekt æt "demokratiskt", so var tað einasta, ið mann kundi vera heilt vísur í, at tað í hvussu er ikki var demokratiskt

Óli Nicodemussen