Búmerkið hjá felagnum
10. apr. 2025

Fosturtøka.

Mín støða til abortspurningin

Stundum hoyrir mann forsprákararnar fyri fríari fosturtøku pástanda, at einki fosturtøkukjak er og at eingin torir at kjakast um tað

Tað er helst nakað um tað, at flestu fólk ikki tora at hava eina almenna støðu til kontroversiell evni - tað er sjáldsamt, at fólk hava sannføringar, sum kosta nakað (og tískil eru verdar nakað) - vanliga hava fólk ókeypis meiningar, sum tey sleppa, táið tað kostar meiri at hava tær enn at sleppa teimum.

Og annars ber ikki rættiliga til at kjakast uttan mann semist um ein felags pall at standa á.

Um annar parturin tosar um rættin hjá kvinnuni yvir egnum kroppi og lívi, og hin parturin sigur, at talan er hvørki um kroppin ella lívið hjá kvinnuni sjálvari, so er einki kjak - kjakið er ikki byrjað - partarnir postulera yvir høvdið á hvørjum øðrum, men teir kjakast ikki.

Hvat meinar so Óli?

  1. Eg taki ikki undir við fríari fosturtøku!
  2. Eg haldi ikki, at fosturtøkulógin skal herðast!
  3. Eg haldi ikki, at fosturtøkulógin skal linkast!
  4. Eg haldi, at fosturtøkulógin skal avtakast!

Hvussu skulu vit so fyrihalda okkum til fosturtøku sum rættarsamfelag?

  • Eg mæli til, at lógarverkið v.v fosturtøku verður flutt til eina sjálvstøðuga paragraff í lógini um manndráp
  • Spurningurin um, hvør skal revsast fyri at drepa fostur, hvør revsingin skal verða, og í hvørjum førum, at revsingin eigur at falla burtur, skal so regulerast í lógini á sama hátt, sum við manndrápi annars