Antinomisma.
Rødd eins, ið rópar í oyðimørkini...
"true faith in Christ includes in its nature an acceptance of him as our Lord and King, and devoting ourselves to his service. But a profession of historical faith implies no profession of accepting Christ as our King, nor engagement to submit to him as such."
(Jonathan Edwards).
Um ein kallar hetta Lordship Salvation ella okkurt annað, er mær líka mikið: Hetta er tað, sum allir góðir gudsmenn hava lært alla tíðina gjøgnum kirkjusøguna. Antinomisma (har, ið Kristus frelsir, uttan at vera Harri hjá tí, sum hann frelsir), hevur ongantíð verið ein grundleggjandi partur av heilnomu læruni - tað er ein defekt, sum fløkir seg inn frá tíð til aðra av monnum, sum vilja vera fittari enn Gud, so fólk, sum hata Gud, ikki skulu hata teir eisini.
Eg sigi ikki, at slíkir menn ikki eru trúgvandi sjálvir - stundum eru menn meiri rættskafnir, enn læran hjá teimum - men teir hoyra ikki heima á einum prædikustóli!
Jákup 3:1
"Brøður mínir! Ikki mangir av tykkum verði lærarar! Tit vita, at vit skulu fáa tess strangari dóm."
Óli Nicodemussen