Búmerkið hjá felagnum
03. sep. 2024

Dagsins filosofiski munnbiti.

at skilja og ikki skilja ímillum, hvat ein skilur og ikki

Hugtakið Diskriminering er farið fullstendiga av sporinum: "Vit skulu ikki diskriminera" verður sagt, men bara tað í sær sjálvum er ein diskriminatión, so skulu vit fylga hesi meginregluni, so mugu vit gera ímóti henni fyri at kunna gera eftir henni.
At diskriminera er at gera mun á, hvat ið vit gera, og hvat ið vit ikki gera - og kunnu vit ikki gera tað, so kunnu vit einki gera, tí sjálvt tað at reflektera um, hvat ið er diskriminatión, tað er diskriminatón (at skilja ímillum).
Sama er galdandi fyri: Tú mást ikki døma! (Tú mást døma um, hvat ið tú gert, fyri at kunnu fyrihalda teg til hetta).
Nakað annað er so, at diskriminatión vegna ósakligar grundir er forkert...
Men relativ hugtøk hava tað ikki lætt í absoluttum "herðrópum", sett fram av kensluløddum vitloysingum.....
--------------------
Og gallskapurin verður fullkomin, táið mann fer at gera lógir ímóti allari diskriminering.
Fyrsta paragraffin í øllum lógum er ein diskriminatión - lógin diskriminerar ímillum, hvat og hvat ikki, ið hon er galdandi fyri - um hon t.d. er ímóti rasismu, so má hon diskriminera ímillum hvat og hvat ikki er rasisma í tí ósakliga og neiliga týdningi, ið hon skal virka ímóti - í sínum neutrala og málsliga (lexigrafiska) týdningi er "anti-rasismu-lógin" rasistisk sjálv í og við at hon viðurkennir hugtakið rasa, hvat ið jú er rasistiskt í sær sjálvum.

Óli Nicodemussen