Búmerkið hjá felagnum
03. sep. 2024

Vaksinan ímóti kristnari umvending og trúgv.

Hoyrið! Rødd er, sum sigur: "Rópa!" Og ein svarar: "Hvat skal eg rópa?" (Es.40:6)

Modernaða hópevangeliseringin, vanliga nevnd "Easy believism" (ein nýggjur populerur formur fyri antinomismu) man vera størsta skálkabragd, sum faðir lygnarinnar hevur framt, síðan hann skapti katólsku kirkjuna í sínum bílæti.


Hetta forbannaða "evangeliið" (Gal.1:8) klárar at síggja til


1. At noyða Gud at taka móti óumvendum syndarum, sum Hann frábiður Sær samfelag við, og
2. At lumpa hesi somu menniskju at "taka móti" einum Gudi og Frelsara, ið tey høvdu runnið skríggjandi burtur frá, um tey kendu Hann nóg væl til at kunna taka støðu til Hann sum Harra.


HARNÆST klára hesi "gleðiboðini" at


3. Skapa falskar lærisveinar fyri hvørs skuld vegur sannleikans verður spottaður, og - sum krúnan á verkinum
4. Hesin boðskapurin hevur akkurát nóg mikið av deyðum sannleika í sær til, at hann er tann perfekta vaksinan ímóti, at hesi fólkini koma til livandi trúgv seinni - ofta heldur henda vaksinan fyri lívið.

Óli Nicodemussen