.......Toga teg tvídeildir tankar – tosa til tóman, tærandi tosta – teska tær trega og troyst........
ON.FO
info
-
E-mail
ON-to-logiskar ON-line-loysnir hjá O.N.
...♫..." on and on and on "... ♫...
.......Lokkandi lúrir hin lemjandi lund – Listin, ið lutar mær lagnunnar lyndi.......
FO-Domenir:
• musik.fo
• notar.fo
• on.fo
• sang.fo
COM-Domenir:
• oli-nic.com
• piano-chords.com
Eg arbeiði sum er við hesum heimasíðuprojektum: 
• oli-nic.com – persónliga heimasíða mín -
• sang.fo – bert átrokandi arbeiði verður gjørt - sí annars niðast á hesi síðuni.
• piano-chords.com – Eg havi útvikla hetta liðugt - t.v.s. tað er klárt til at programmera. Eg ætli mær at royna at programmera hetta onkuntíð, men eg dugi ikki enn (og tað verða helst fleiri prøvakaninir, áðrenn tann rætta leypir út úr hattinum).
Framtíðarætlanir: 
• V.v. tí føroysku bíbliuni, so royni eg í fyrstu atløgu at fáa ávirkan á komandi revideringina av V.D. bíbliuni - og so taki eg støðu út frá hvussu tað gekk.
• NOTAR.FO – on-line nótabók í PDF við nummarrøðini hjá MUSIK.FO
Sleptar ætlanir: 
• Yrkingaportalurin, YRKINGAR.FO er avlýstur.
• Bíbliuportalurin, BIBLIUR.FO er somuleiðis avlýstur. Tað er eingin meining í at uppfinna tann djúpa tallerkin fleiri ferðir - og brúka tíð uppá slíkt, sum onnur longu hava gjørt betri enn eg kann gera. Eg viðmæli biblos.com og bibleworks.com yvirhøvur, og Biblian.fo og SKRIFTIN til V.D. Bíbliuna. Føroyska KJV-NT er umsett eftir TR, sum eg metið vera upprunatekstin, men mær dámar betri málbúnan hjá V.D.
... Cut the losses ... 
Sang.fo (íroknað Musik.fo) heldur fram - við avmarkaðum arbeiðsinnsatsi.......
- Tað kostar lítið og einki hjá mær at hava heimasíðuna
- tað, sum kostar, er at gera hana - og tað er fyrst og fremst tíð, sum hon kostar.
- Sang.fo er soleiðis uppbygd, at hon kann "eta" alt tað føroyska tilfarið, sum er ella kemur, men tað arbeiðið, sum ikki er gjørt (og kanska ongantíð verður gjørt) ávirkar ikki restina, sum er gjørd.
- Eg havi kortini gjørt av at niðurprioritera Sang.fo, soleiðis at skilja, at eg komi ikki at brúka stórvegis av míni frítíð til heimasíðuna komandi árini.
- Hevur onkur hug til at stuðla arbeiðið fíggjarliga, so vil tann parturin av savninum, sum verður stuðlaður, verða gjørdur við einum arbeiðsinnsatsi, sum svarar til stuðulin.
- Hetta merkir so eisini, at so leingi, sum Mentamálaráðið ikki hevur áhuga í hesum, so verður parturin við kvæðunum neyvan gjørdur.
- Hevur onkur hug at stuðla við arbeiðstíð, t.d. við at skriva sangtekstir inn á teldu, rættlesa, skanna nótar o.s.fr., so taki eg fegin ímóti hjálp.
- Í hvussu er og ikki, eg havi brúkt so nógva tíð uppá sangir og nótar, at eg tími ikki at gera nakað stórvegis meiri við hetta fyribils - uttan so, at tað verður lønt arbeiði, og eg havi ongar ábendingar um, at nakar er áhugaður í at stuðla hesum. Tó so, tað arbeiðið, sum er gjørt verður standandi, og so vil tíðin vísa hvør áhugi verður fyri hesum savninum í framtíðini.
Óli Nicodemussen
.......Mælti mær miskunn, mín máttleysa mynd.......
- - -
Haldi áfram hálvgum ræddur -
Adam, hvar ert tú nú staddur,
tekkja sjálvan teg tú skal.
Enn er leivd av hasum fræi,
ið tú stjólst av kunnleikstræði -
tynnist tó títt dagatal.
- - -
Reikaði um heljargrundir
hugur, og tær myrku lundir
úti ytst við tilverunnar trom
Andin og Tín brúður siga:
"Himnadrottur, hoyr vit biða,
Guds- og mannasonur, Kom!"