Hvat er bíbilsk trúgv?.
Gevið gætur!
Hvat er bíbilsk trúgv?:
“Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst” (Heb. 11:1).
Hvussu ávirkar bíbilsk trúgv menniskju?:
“Við trúgv ofraði Ábel Gudi betri offur enn Káin” (11:4).
“Við trúgv…smíðaði Nóa ørk, húsi sínum til frelsu” (11:7).
“Við trúgv var Ábraham lýðin, tá ið hann varð kallaður, so hann fór út til staðið, hann skuldi fáa í arv” (11:9).
“Við trúgv ofraði Ábraham Ísak” (11:17).
“Við trúgv signaði Ísakur Jákup og Esau” (11:20).
“Við trúgv talaði Jósef” (11:22).
“Við trúgv varð Móses…í tríggjar mánaðir fjaldur av foreldrum sínum” (11:23).
“Við trúgv noktaði Móses…at kallast dóttursonur Farao” (11:24).
“Við trúgv valdi hann fyrr at lýða ilt við fólki Guds enn at hava stutta njóting av synd” (11:25).
“Við trúgv fór hann úr Egyptalandi og ræddist ikki vreiði kongsins” (11:27).
“Við trúgv helt hann páskir” (11:28).
“Við trúgv fóru tey gjøgnum Reyðahav sum eftir turrum landi” (11:29).
“Við trúgv fullu múrar Jerikos, tá ið teir sjey dagar høvdu gingið rundan um teir” (11:30).
“Við trúgv slapp skøkjan Rahab frá at ganga til grundar saman við hinum vantrúgvandi; tí hon tók við friði móti njósnarunum” (11:31).
“—Tó, hví skal eg tala meir! Tíðin hevði ikki rokkið til, um eg skuldi sagt frá Gidion, Barak, Samson, Jefta, Dávid, Sámuel og profetunum, sum við trúgv vunnu sigur á kongaríkjum, útintu rættvísi, fingu lyfti uppfylt, tiptu munn leyva, sløktu eldsbál, sluppu undan svørðsegg, fingu styrki eftir veikleika, vóru veldig í bardaga, fingu fíggindaherar at víkja” (11:32-34).
Albin Jacobsen